Fleiri stórar dansiframførslur verða í Norðurlandahúsinum, m.a. hósdagin 5.mai, tá Next Zone fer at upptraðka saman við Ritual: - ein dansisýning við nøkrum av heimsins bestu breakdansarum inspiraraðir av inuit mentan, breakdance battles og globala upphiting.
29. apríl fer Jo Strømgren kompagni at framføra teirra væl umtóktu: A Dance Tribute to the Art of Football. Um hesa sýning stendur skrivað á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum: ”Sýningin “A Dance Tribute to the Art of Football” hevur verið víst fyri áskoðarum um allan heim, og verið avbera væl fagnað, líka síðani 1998. Hetta er ein sýning, sum hevur fingið fótboltsfjepparar at fara til listadans, tí her verður dansur vístur úr heilt øðrum sjónarhorni. Úttrykkið er frískt, stuttligt og beint fram – og sera væl egnað til fyrsta møtið við samtíðardans fyri ungum, dreingjum eins væl og gentum. Sýningin “A Dance Tribute to the Art of Football” finnur sítt tilfar í fótbóltsheiminum, við øllum siðvenjum sum hartil hoyra, harðskap, ørskap, estetikk, humor - og gevur ein frammaná til stoltleika og fordómar rundan um dans sum fínmentan og ítrótt sum arbeiðaramentan. Sýningin viskar út markið millum dans og fótbólt, og lýsir tað, sum tey hava í felag: stórt undirhaldsvirði og eitt eksplosivt fysiskt úttrykk.” Tað ljóðar rættiliga stuttligt.
Men størsta satsingin í vár er risasýningin "A Safe Place to Die” við Agrare, sum verður sýnd 3. mai. Framørslan er koreograferað av Lottu Melin og scenografur er framúrskarandi svenski listamaðurin Jan Håfström. Á heimasíðuni stendur: ”Lotta Melin/Agrare, skapar í “A Safe Place to Die” eitt risastórt undirvatnslandsslag, við íblástri frá vísindaskaldskapi sum tí hjá Jules Verne. Í hesum óveruleikakenda heimi flyta dansararnir seg sum krabbar og ókykt, evarska smáir í mun til umhvørvið. Ein saksofonleikari flýtur undir loftinum, videoprojektiónir, myndlist, tónleikur og dansur skapa tilsamans eitt heildarupplivilsi av tíðarloysi.¨Bólkurin Agrare, sum Lotta Melin myndar saman við noise-tónleikaran og elektroniska tónasmiðnum, hevur skapt fleiri stórar verkætlanir saman. Jan Håfström, sum hevur skapt pallmyndina, er sjálvur partur av sýningini. Somuleiðis er Jan Håfström annað høvuðsnavnið í Summarframsýningini 2011 í Norðurlandahúsinum.”
Hesa framførsluna gleði eg meg serliga nógv til, tí hon sambært ummælum, sum eg havi lisið er fenomenal og ”en storslagen, våldsamt fantasifull, sinnrikt konstruerad performance, eller snarast ett allkonstverk. Allakonstnärliga uttryck spelar på samma vilkor i detta märkliga, gäckande, ja tja, surrealistiska drömspel. En resa genom människans psyke och historia i undergångstoner”. Super. Men, eg skal eisini viðganga, at eg kanska serliga gleði meg til scenografiina, sum eg ofta eri vónbroti av, eisini í annars framúr góðum sýningum á tjóðpallinum. Hesa ferð eri eg rættiliga vís í, at eg ikki verði vónbrotin, ikki bert tí ummælini eru góð, men tí pallmyndin er skapað av einum listamanni, sum als ikki er hvørsumhelst. Hetta er eingin verri enn stóri svenski meistarin Jan Håfström. Tað kann næstan ikki gerast annað enn fantastiskt og eg gleði meg til at síggja dans og myndlist samskifta.
Her er ein leinkja til eitt klipp frá framførsluni:
http://www.lottamelin.com/page42.html
(IS)