Oddfríður Marni Rasmussen
Fyri at svara spurninginum, um tað almenna skal stuðla list, verði eg noyddur fyrst at lýsa, hvat list er og hvønn týdning list hevur fyri eitthvørt samfelag.
List hevur ikki eitt eintýðugt svar tengt at sær. List er ein spurningur um bæði og. List er bæði einføld og torfør, stórfingin og lítilátin, vøkur og andstyggilig, fræls og bundin, góð og ring og so framvegis.
List er tað, sum eyðkennir grundvirðini, ið samfelagið byggir á samstundis sum list eisini skal finnast at teimum grundvirðum, sum samfelagið byggir á.
Ein og hvør hevur eitt listaverk í sínum heimi. Tað vil siga, at inni í heimum hanga málningar, verða bøkur lisnar, verður lurtað eftir tónleiki og so framvegis. Í hvørjum heimi í Føroyum verður listin mentannargjørd, kultiverað ella dyrkað. Fyri at fáa fatur á list, skal eitt ávíst gjald latast afturfyri. Tað, sum verður goldið fyri list verður býtt sundir millum ymiskar partar, ymisk lið. Verður ein bók keypt, fáa bókhandlarar sín part, Landsmiðstøðin sín part, prentsmiður sín part, forleggjarar sín part, rættlesarar sín part, og høvundurin fær sín part. Tað er bara tað, at í Føroyum er marknaðurin so mikið avmarkaður, at høvundurin sjáldan ella als ikki fær nóg mikið til at liva fyri. Allir aðrir liðir arbeiða eftir førimuni eftir marknaðarprinsippum, meðan tað einasta rithøvundurin hevur at liva av er almennur stuðul. Verður hann ikki peningaliga stuðlaður og fær frið til at skriva í longri tíð, so er ongin orsøk til allar hinar liðirnar, og harvið er onki bókligt listaverk, ið verður mentannargjørt ella dyrka millum menniskju ella lesarar – lesarar, ið sita heima og lesa, ella verða andliga og málsliga ment í vøggustovum, barnagørðum, fólkaskúlum, miðnámsskúlum og hægri lærustovnum. Fortreytin fyri, at alt hetta skal virka, er listamaðurin, ið skapar sítt listaverk, sum hann sjálvur skapar útfrá egnum fortreytum og førleikum.
“Skal tað almenna stuðla list?” er spurningurin. “Hvat hendir, um tað almenna IKKI stuðlar list?” hevði kanska verið áhugaverdari at hugleitt um, tí at fleiri røddir vilja so.
Vilja vit gerast ein fátæk tjóð so skulu vit kuta allan almennan stuðul til list.
Um vit nú gera eitt hugsað dømi ella eina mynd: Eg havi eina samrøðu við ein drong, og spyrji hann, hvør hann er? Drongurin svarar: “Eg veit ikki, hvussu eg eiti, eg veit ikki, hvussu gamal eg eri, eg kenni ikki foreldur míni, tað einasta eg veit er, at eg onki eigi – eg eri fátækur. Eg spyrji drongin: “Hvat droymir tú mest av øllum um at fáa? Hann svarar: “Eg droymi um at fáa eitt samleikaprógv, við mynd av mær sjálvur, soleiðis, at eg veit, at eg hoyri til onkrastaðni.
Neyvan hevði ein drongur svarað so, men vit vita væl, hvat hann meinar. Hann meinar, at hann gjarna vil vera eitt menniskja, sum er ein partur av einari mentan - einum samleika, sum vit eru felags um.
Vit mugu hava okkurt felags. Vit mugu hava felags mál, fyri at hoyra til onkrastaðni, vit mugu finna vegin, har vit kunnu liva sama í einum samfelag.
Í Føroyum royna vit at gera landið fátækari. Vit síggja list og mentan sum onkra stødd, ið kostar alt ov nógvar pengar. Tað eru politikarar, ið vilja av við almennan stuðul til list, og aðrir, ið vilja minka um stuðulin til almenna list, tí at list skal virka undir vanligum marknaðartreytum og klára seg sjálv. Tað er bara tað, at ongin list í Føroyum klárar seg sjálv, tí ongin marknaður er. Tann frægastu listin, ella tann listin, ið setur fagurfrøðilig og etisk krøv til fólk, hon livir aldeilis ikki undir vanligum marknaðartreytum, og tað er henda listin, sum veruliga eyðkennir grundvirðini í samfelagnum, samstundis sum hon flytir grundvirðini.
Vit mugu ikki enda sum drongurin, ið ikki kennir seg sjálvan. Vit mugu geva føroyingum, ungum sum gomlum, ein samleika, eitt samfelag, ið virðir tey, ið byrja skapandi gongdina. Soleiðis fáa Føroyar eisini sín samleika.