Saturday, April 23, 2011

Einaferð kallaðust tær standmyndir

Helmut Smits: Street Fountain. 2002. http://helmutsmits.nl/
Hollendski listamaðurin Helmut Smits hevur lagt vatnpumpur í hyljar á vegnum, so smá springvøtn síggjast, tá tað regnar. Tað ber ikki longur til at rokna við, at samtíðarlistin hevur ein materiellan form. Ofta arbeiðir samtíðarlistin við tí immateriella og tí skiftandi og tí tóma, opna virtuella rúminum, sum er leyst av formi. Listafólk brúka ikki einans vatn sum her, men eisini eld, ljós og enntá luft, sum vit kenna tað frá Air Sculptures og frá Air Architecture ella øðrum immateriellum útsøgnum, sum vit síggja í ymiskum listarligum formum, sum t.d.Happenings, Performance Art, Body Art og Digital Art. Tað er eisini nakað av Land Art frá 1960árunum í verkinum hjá Helmut Smits. Í Land Art brúkti listafólkið tilfarið í nattúruni og ávirkanina, sum nattúran hevði á listaverkið. Verkið inniheldur eisini tankavekjandi viðmerkingar til samfelagið, eymleika fyri og atfinning ímóti gerandislívinum. Alíkavæl er verkið ikki bert eitt stýrt konsept. Tað hevur eisini ein kvirran vakurleika og sína egnu poesi. Tað er nógv í seinn, tað mótsigur sær sjálvum og váttar seg sjálvt og er øgiliga fjart frá standmyndini.

Einaferð kallaðust tær standmyndir og tá var tað heila eitt sindur lættari. Ein standmynd var gjørd av bronsu og ímyndaði eina tjóðarhetju. Man skilti boðskapin, og standmyndin kundi savna fólkið um eina felags fatan av estetikki og virðum. Í dag kallast tað list í almenna rúminum. List í almenna rúminum er gjørd av øllum møguligum tilfari og ímyndar alt millum himmal og jørð ella als einki. Tú ánar ikki, hvat tað gongur út uppá og listin í almenna rúminum kann hvørki savna fólkið um felags estetikk ella um felags virði.

Sjálvt um politikarar enn tosa nógv um, hvussu listin avspeglar okkara samleika, so er tað ikki ov tíðliga at siga, at samlandi mentanin er deyð. Listin megnar ikki longur at savna fólk um nakað felags, tí vit hava ikki longur so nógv til felags. Listin kann tó nógv. Listin kann víðka okkara sjónarring og geva okkum møguleikar at skilja okkum sjálvi og hvønn annan. Listin kann gleða okkum, menna okkum og bjóða okkum av, men hon kann ikki savna okkum. Heldur ikki listin í almenna rúminum. Og tað er ikki bert, tí vit hava broytt okkum og ikki longur kunnu vera felags um nakað. Listin hevur eisini broytt seg og er blivin fjølbroyttari.

Samtíðarlistin er flótandi, hon dregur at sær og stoytir frá sær, váttar og avváttar seg sjálva, flytir seg, er óbeinleiðis og beinleiðis, pettað sundur og heilstoypt, gátufull og líkatil, torskild og einføld, spælandi og sera álvarsom. Samtíðarlistin er eisini til allar tíðir endurgevandi, repeterandi, ironiserandi og teoriserandi. Hon arbeiðir á fleiri ymiskum metastøðum og samskiftir á fleiri ymiskum planum. Sum heild ger samtíðarlistin alt, hon er ment, fyri at sleppa undan at blíva definera. Endamálið við listini í almenna rúminum er sostatt eitt annað enn endamálið var við standmyndini.

Tann autoritera og tann savnandi listin er ein farin tíð, men tað estetiska elementið er eisini broytt. List í almenna rúminum handlar ikki einans um at fríðka um umhvørvið. Orðið 'vakurt' er stórt sæð horvið úr kjakinum og onnur orð sum .t.d. býrúmstulking, urban furniture, relationelllur estetikkur, uniter urbanisma, almenn innstallasjón, psykogeografi, staðarbundin estetikkur og rúmdialogur eru komin ístaðin. Nýggju víðkaðu hugtøkini merkja, at man ikki longur einans tosar um at prýða býin, men um at tulka mongu ymisku løgini í býnum, so tey geva meining, og at arbeitt verður við tíðsligheit og rúmuppfatan á ein hátt, sum slett ikki var neyðugur, tá tær einans vóru kallaðar standmyndir.

Nei, tað eitur ikki longur ein standmynd og tað er ikki longur so einfalt. Men tað er tað ikki blivið minni áhugavert ella minni týdningarmikið av. Listin í almenna rúminun er ein krevjandi og torskild uppgáva, sum er áløgd kommununum. Flestu kommunurnar fara ígongd við uppgávuna við áræði. Tað verður skitserað, kjakast og ein síða fyri og onnur eftir verður skrivað í byggisamtyktum, sum eru líka forførandi sum orðið byggisamtykt.

Nakrar kommunur hava víst stóran vilja og vísa ofta nýggj boð uppá list í almenna rúminum, sum politikarar og teirra nærmastu ráðgevar hava valt við stórum sjálvsáliti. Aðrar kommunur lata uppgávuna uppí hendurnar á handilslívinum og privata initiativinum, meðan aðrar aftur eru farnar at royna eina nakað meira fjølbroytta tilgongd til listina í almenna rúminum. Hesar kommunur hava valt at lata listina í almenna rúminum blíva eitt samspæl millum arktitektar, listafólk, borgarar og politikarar. Tað ger ikki mannagongdina, sum frammanundan er torfør, nakað lættari. Groft sagt, so halda listasøgufrøðingar, at arkitektar eru keðiligir, listafólk halda, at listasøgufrøðingar eru gammeldags, borgarar halda, at listafólk eru outrerað og øll halda, at politikarar ikki hava forstand uppá list.

Um politikarar bara sjálvir gjørdu av, ella lótu vinnulívið og marknaðarkrefturnar gera av, so hevði tað uttan iva verið nakað lættari, men ikki betri. Tvørturímóti. Tí politikarar eru við til at skapa karmarnar, tey við listafakligari vitan hava neyðugu vitanina um list og arkitektarnir eina týdningarmikla vitan um rúm. Borgarnarnir, sum brúka almenna rúmið, eru eisini serfrøðingar í rúminum og listafólkini hava tað heila og skulu onkursvegna miðskeiðis í hesum samspælinum hava heilt fríar teymar til at gera júst tað, tey vilja. Hendan torføra mannagongdin kann, um hon verður gjørt rætt, føra til listarligt frælsi. Tað kann merkja, at vit ikki bara fáa list, sum onkur hevur gjørt av skal síggja soleiðis og soleiðis út, sum man gjørdi fyrr í tíðini við standmyndum, men at vit fáa list, sum er list framm um alt annað.

Einaferð kallaðist tað ein standmynd og tá var alt lættari. Nú eitur tað list í almenna rúminum og tað er heilt vist eitt líka so tíðaravmarkað hugtak, sum standmyndin var. Men fyri fyrst, so er samspælið millum fleiri partar, vitan, dirvi, opinleiki, innlivan og nýhugsan okkara bestu amboð. Einaferð fer tað heilt vist at eita okkurt triðja og so mugu vit gera tað uppá ein nýggjan máta.

(IS)
Greinin stóð í Dimmalætting mikudagin, Heini Gaard umsetti