Opið skriv til Føroya Landsstýri og Føroya Løgting
Undirritaðu fegnast um, at visionera verkætlanin SALT, við Vígdis Finnbogadóttir, fyrrverandi forseta Íslands, sum verja, nú er um at gerast veruleiki.
Vit, myndlistafólk og tónleikarar, eru glað um at vera partur av eini mentanar verkætlan, sum ruddar slóð fyri einum altjóða mentanarhúsi á Drelnesi.
Vit taka undir við Listablogginum, sum sigur, at: ”SALT er helst størsta uppgáva, sum nakrantíð er sett føroyska mentanarlívinum.”
Silo verkætlanin hevur ímóti øllum sannlíkindum fingið til vega hópin av útlendskum kapitali, til gagns fyri føroyska list og tónleik.
Vit fegnast um, at fimm flokkar á Tingi hava gjørt semju, sum byggir brýr millum føroyskt og útlendskt mentanarlív – kjølfest á altjóða palli her heima.
Vit heita staðiliga á landsins myndugleikar at halda gjørdar avtalur, og við hesum gylta møguleika lata altjóða dyr upp fyri føroyskari mentan, øllum landinum at frama.
Virðingarmest
(Vit hava frætt, at 130 hava skrivað undir hetta brævið, men tað hevur ikki eydnast okkum at fingið nøvnini á teimum. - Listin)