Eg og mín yndismynd
Savnið er sera harmoniskt, men lítið, t.d. er einki goymslurúm til taks og tað er eyðvitað ópraktist. Alt veggjapláss er maksimalt útnyttað, sjálvt á vesinum hongur ein framúr góð mynd hjá Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir.
Leiðarin á Listasavninum á Sandi, Súsan í Jákupstovu vísti mær eina tekning, har húsini við síðuna av verða tikin uppí savnið. Stovnari savnsins Sofus Olsen átti húsini. Á henda hátt kundi Listasavnið á Sandi eisini havt skiftandi samtíðarlistaframsýningar, eins og hetta hevði hjálpt um hølisumstøðurnar sum heild. Loysnin sær skilagóð út - spurningurin snýr seg sum altíð um pengar og um játtanarkarmin hjá mentanini.
Umframt ta eldru listina, eru eisini nógv áhugaverd samtíðarverk á framsýningini hjá Tórbirni Olsen, Hansinu Iversen, Mariusi Olsen osfr. Eg seti inn nakrar smakkroyndir her, men haldi, at øll áttu at unt sær upplivingina at sæð myndirnar har tær hanga á Listasavninum á Sandi.
Opið er - summarhálvuna - týsdag til sunnudag kl 14-16 og vetrarhálvuna sunnudag kl 14-16.
Framúrskarandi portrettmyndin av stovnaranum, Sofus Olsen, sum Tórbjørn Olsen málaði
Savnið hevur nakrar fantastiskar vatnlitamyndir hjá Mikines
Plásstrot, men myndin er góð
Romantiskt brim hjá Mikines
Hetta framúr fína, avlaga portrettið hevur Jack Kampmann málað
Glitrandi skørp abstraktión hjá Ingálvi av Reyni
Hjá Torbirni Olsen er ein modelvitjan í atelierinum høvi til at skapa stóra list
Ingálvur av Reyni í flagglitum
Steffan Danielsen
Lítla fimleikagentan hjá Janusi Kamban hyggur at nonfigurativu grønu kompositiónini hjá Hansinu Iversen
Eitt meistaraverk hjá Ingálvi av Reyni
Veggur við Ingálvi av Reyni
Veggur við Frimod Joensen
Tvey tjøldur hjá Frimod Joensen. Gleðiligt vár!!!
(KP)