Sunday, April 10, 2011

Tíðindaskriv: Millum Kongaminnið og kitsch

Seminar um list í almenna rúminum 29. apríl í Norðurlandahúsinum.

Morten Stræde - Lars Gemzøe - Gunnar Hoydal - Guðrið Poulsen - Ole Wich - Gunvá við Keldu - Jógvan Arge - Helena Dam á Neystabø



Tilvitanin um list í almenna rúminum
Tey seinastu tjúgu árini er nógv list sett upp í almenna rúminum í Føroyum. Tað eru lutvíst einstaklingar, men serliga kommunur, sum hava tikið stig til hetta. Almennar byggiverkætlanir hava í stóran mun fastlagdar arbeiðsmannagongdir. Er hetta eisini galdandi fyri listaverkætlanir á almenna økinum? Finst ein yvirskipað tilvitan um, hvørja funktión list í almenna rúminum kann hava?

Hvør og hvat?
Hvørjar fyritreytir eiga at galda fyri avgerðir og tilevning av list í almenna rúminum? Hvør tekur avgerðirnar, hvør rindar, og hvørjum er listin ætlað? Skulu politikarar, sum játta almennar pengar til listaverkætlanir, hava ávirkan á tilevningina av listini, ella eiga yrkisfólk burturav at hava hesa heimild, og hvørji eru hesi yrkisfólk? Skal brúkarin vera partur av tilgongdini? Skal list yvirhøvur setast upp allastaðni?

Hvussu?
Tilrættislegging av list í almenna rúminum fer fram í einum samansettum samspæli millum politikarar, almennu fyrisitingina, arkitektar og listafólk

Ber til at áseta nakrar meginreglur, sum kunnu verða fylgdar í tilgongdini, tá list verður sett upp í almenna rúminum, so tey bestu úrslitini verða rokkin?

Økt tilvitan
Í seminarinum “Millum Kongaminnið og kitsch” verður borið fram íkast og meiningar um list í almenna rúminum.

Endamálið er at økja tilvitanina um tilgongdina, tá list verður sett upp í almenna rúminum, og at tjakast um møguleikar fyri at tey, sum eru partar í verk­ætlan­unum, kunnu ganga saman í eina mennandi arbeiðstilgongd, sum økir um upplivingina og góðskuna av list í almenna ­rúmimum í Føroyum.

Seminarið verður hildið í samband við, at Morten Stræde vitjar í Føroyum og hevur framsýning í Norðurlanda-húsinum. Morten Stræde er listamaður og professari á Det Kongelige Danske Kunstakademi, og hann hevur gjørt eina røð av listprýði í almenna rúminum.
Lars Gemzøe, seniorráðgevari og arktitektur hjá Gehl Architects. Hann er viðurkendur sum serfrøðingur at meta um dygdina av býarlívinum í almenna rúminum. Hann er ráðgevi hjá privatum og almennum myndugleikum í sambandi við skapan av almennum rúmum.
Gunnar Hoydal, fyrrverandi býararkitekur í Tórshavn og rithøvundur.
uðrið Poulsen, leirsmiður og myndlistafólk.
Ole Wich, grafiskur designari og myndlistafólk
Jógvan Arge, býráðslimur í Tórshavn og formaður í Menanarnevndini hjá Tórshavnar Kommunu
Birgir Kruse, orðstýrari

Skrá
08.30 Innskriving
09.00 Helena Dam á Neystabø, mentamálaráðharri, setir seminarið
09.15 Lars Gemzøe, Býir og býarúm ætlað menniskjanum - í øllum heiminum
10.30 Kaffisteðgur
10.45 Gunnar Hoydal og Guðrið Poulsen, Býrúm í Tórshavn
11.30 Jógvan Arge, Politikkurin hjá Tórshavnar kommunu um list í almenna rúminum
11.45 Ole Wich, List í føroyskum rúmi - The Good, the Bad and the Ugly
12.00 Lunch
12.45 Morten Stræde, List í almenna rúminum - frá tí leysliga til tað støðuga
13.45 Lagt verður upp til tjak
14.00 Tikið verður saman um
15.15 Gunvá við Keldu, forkvinna í Kommunusamskipan Føroya, endar seminarið og letur upp framsyningina hjá Morten Stræde

Tilmelding

Luttøkugjald: kr. 350,- íroknað lunch, te, kaffi og vatn.