Nei, tað er tí, at umframt eitt uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um málráð eru heili trý uppskot týsdagin í tinginnum, sum snúgva seg um list og meðan vit bíða eftir týsdegnum, er her eitt sindur av áhugaverdum lesnaði til fyrireikingar.
Tað fyrsta er 3. viðgerð av málinum um upphavsrætt, sum kom á føroyskar hendur fyri nøkrum árum síðani, her eru fleiri áhugaverd hoyringssvar: http://www.logting.fo/casenormal/view.gebs?type=0&caseNormal.id=2227
Tað næsta er 2. viðgerð av uppskoti til samtyktar um at stovna Filmsgrunn. Hugin Eide hevur eina viðmerking, hann heldur uppskotið vera áhugavert og sá tað fegin framt í verki, men heldur tó ikki, at vit skulu vera í ov ljósareyðum brillum í hesum sambandi. Har er eisini eitt álit og eitt rit við heitinum “Føroysk filmskrimi ongan góðan”, sum eg haldi vera áhugavert, men sum mín telda noktar at lata upp, eg veit ikki hví. http://www.logting.fo/casenormal/viewCommitteeState.gebs?type=0&caseNormal.id=2195&caseState.id=13175
Síðani er tað 2.
viðgerð av uppskot til samtyktar um alment listakeyp. Her er eitt álit frá
mentanarnevndini við einum setningi, sum eg haldi er tann, ið er mest brúktur í
hesari nevndini, nevniliga:
“Vísandi til hetta tekur meirilutin ikki undir við
málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.”
So her er nokk at lesa og teimum, sum vilja fyrireika seg eyka nógv til
tysdagin, viðmæli eg eisini at lurta eftir 1. viðgerð af uppskot til samtyktar
um alment listakeyp. http://www.logting.fo/files/sound/2012/102/1/2013-102-1.html