Monday, April 1, 2013

Eitt stórt framstig fyri javnstøðu í Føroyum



Í vikuni fyri páskir var rokan í tinginum og eitt ótal av lógaruppskotum vórðu viðgjørd. Eitt av lógaruppskotunum var uppskot hjá Kristionnu Winther Poulsen frá Sjálvstýrisflokkinum, tingmál nr. 147/2012 Uppskot til løgtingslóg um kynskvotering innar mentanarøkið. Í uppskotinum stendur m.a: ”Tað er torført at klára seg sum listafólk í einum lítlum landi, marknaðurin er avmarkaður og serliga fyri kvinnur er tað næstan ómøguligt at yvirliva. Við miðvísum arbeiði fyri javnstøðu fara fleiri listakvinnur at kunna lívbjarga sær, men hetta fer eisini at skapa vøkstur innan føroyska list og fer væntandi at økja um talið av ferðamannavitjanum í Føroyum." Eisini var avgjørt at geva Listasavni Føroya eina eykajáttan til tess at fremja javnstøðu í Listasavninum.

Orsakað av hesum og av avgerðini í løgtinginum um kynskvotering innan mentanarøkið hevur Listasavn Føroya avgjørt at innføra kynskvotering: "Listasavnið eigur 1847 verk hjá listamonnum og bert 479 verk, sum listakvinnur hava skapað" greiðir Martin Næs, stýrisformaður í Listasavni Føroya frá ”Hetta merkir tað sama sum, at okkum vantar 1368 verk hjá listakvinnum fyri at fáa javnstøðu í Listasavni Føroya."

Listasavn Føroya fer tessvegna at hava opið í dag, annan páskadag, so at kvinnur úr øllum landinum kunnu koma við teirra verkum. "Vit rokna við, at okkara eykajáttan hevur við sær, at vit fáa keypt um 1000 listaverk hjá føroyskum listakvinnum, men í fall, at vit ikki hava nóg mikið av pengum ætla vit at býta um við verk hjá ymiskum listamonnum, sum eru í savnsins ogn. Vit vóna at síggja nógvar kvinnur í Listasavninum í dag, allar kvinnur eru vælkomnar at koma við teirra verkum", sigur stýrisformaðurin.

Landstýrismaður í mentamálum, Bjørn Kalsø, fegnast um, at uppskotið er samtykt. ”Vit hava ótrúliga nógvar dugnaligar kreativar kvinnur her á landi og bara á Kalsoynni kenni eg nógvar konur, hvørs listarligu gávur higartil ikki hava verið lagdar til merkis. Tað er ein stór gleði, at tað nú fer at bera til at síggja teirra verk á listasavninum í Havn”.

Kinna Poulsen, listaummælari, metir hinvegin, at hetta er ein serstakliga ivingarsom avgerð. "Eg eri ikki mannsjauvinist, men øll sum hava eygu munu duga at síggja, at flestar listakvinnur eru amatørar og hatta slagið av kvinnuamatørskrambli hoyrir heilt einfalt ikki heima á okkara tjóðsavni" sigur hon. Men bæði hon og hin ritstjórin á listablogginum, Inger Smærup Sørensen hava í fleiri ár arbeitt við ávikavíst ljós- og ljóðinstallatiónum og blómumálningum og ætla báðar niðan í Listasavnið við nøkrum verkum, tá Listasavn Føroya letur upp klokkan 11.00 í dag.