Í dag fyllir havnarmaðurin Eyðun
Johannesen 75 ár. Sum leiklistarligur vegari kann hansara týdningur ikki yvirmetast, hann
hevur bæði sum sjónleikari og leikstjóri og fyriskipari so dyggiliga sett sítt
fótafar á leiklistina í Føroyum og í Danmark. Leiklistarliga avrikið fevnir
bæði um fólksligt, væl umtókt tilfar og barnaleikir og um tað meira elitera sum
t.d. hansara meistaraliga og eksistentielt rørandi uppseting av leikinum hjá
Samuel Beckett "At bíða eftir Godot", sum varð framførdur í Tjóðpalli
Føroya í 2011. Tá Eyðun Johannesen seinni var í mentanarsendingini In Mente í útvarpinum,
eg haldi tað var í sambandi við "Kirsuberjagarðin", ella var tað í
samband við sjálvsævisøguliga einaleikin "Mítt lív sum apukattur"
(2011/12) og tosaði um hvat tað er sum listin dugir, fekk lurtarin varhugan staðfestan
av einum heilt serligum listarligum innlit og yvirskoti. Hann segði nakað
soleiðis Og so knappliga stóð alt stilt,
og tað var yvirhøvur tað, sum eyðkendi hesa sýningina, at knappliga stóð tíðin
still og tað ger hon ongantíð í veruleikanum. Tað er har, ið listin… - altso tú
fert inn í eitt rúm og sær fagrar litir og hoyrir flottan tónleik og knappliga
steðgar tíðin upp... Hjartaliga til lukku við sjeytifimm ára
føðingardegnum, góði grannin, vit gleða okkum til ljósið aftur brennur handan grønu vindeygakarmarnar í Rabarbuhúsinum,
tí tú ert komin heim at seta upp ein nýggjan leik á heimsins minsta tjóðpalli.
(KP)