Ein øgiligur musikalskur aktivitetur er kring landið hetta vikuskifti, sum fevnir um Kórstevnu, Barnakórstevnu og Musikkstevnu. Barnakórstevnan verður sett av sjávum mentamálaráðharranum, tiltakið verður í badmintonhøllini í Klaksvík.
Havnar Hornorkestur bjóðar øllum til Musikkstevnu í skúlanum við Løgmannabreyt kl. 14.00 í dag. Jógvan Arge setur stevnuna.
kl. 17.00 í dag verður kórstevnukonsert við Eystanljóð, Tórshavnar Manskóri og Felagskórinum í Gøtu Kirkju
Havnar Hornorkestur skipar fyri musikkstevnuni, á teirra heimasíðu stendur m.a:
Hetta er 47. árið á rað, at skipað verður fyri hesi stevnuni, og tað má næstan sigast at vera eittt bragd, at tað hevur eydnast teimum ymsu orkestrunum í landinum at skipa eina tílíka stevnu í næstan hálva øld. Tann fyrsta stevnan varð hildin í Vestmanna í 1966, tí hildið var, at tað var ein góður møguleiki hjá orkestrunum av mennast, at tey soleiðis eina ferð um árið komu saman at framføra tónleik fyri hvør øðrum og fyri almenninginum.
Síðani hevur musikkstevnan ferðast kring alt landið nógvar ferðir, tí orkestrini skiftast um at vera vertir.
Í ár er tað Havnar Hornorkestur, sum skipar fyri stevnuni. Orkestrið hátíðarheldur í ár 110 ára jubileum, og tí vildi Havnar Hornorkestur sleppa at skipa fyri, og stevnan verður hildin í skúlanum við Løgmannabreyt. Hetta er fyrstu ferð, at stevnan verður hildin í hesum hølunum.
Hesi seinnu árini hevur stevnan verið hildin á tann hátt, at fríggjadagin koma skúla- og ungdómsorkestur úr øllum landinum saman at framføra sínar konsertskráir. Og tann seinna dagin – leygardagin – koma so tey “sjálvstøðugu” orkestrini saman. Hetta eru tveir dagar fyltir við tónleiki, samveru og vinskapi, so Havnar Hornorkestur bjóðar hervið øllum til musikkstevnu í skúlanum við Løgmannabreyt komandi vikuskiftið.
http://aktuelt.fo/grein/hog_og_lag_barnakorstevnu
http://snar.fo/index.php?id=33714
http://www.havnarhornorkestur.com/index.php/news/musikkstevnan-2013/