Tað allarbesta við einum bloggi er, at hann veitir høvið at rætta uppá ymiskt, sum mann hevur sagt í útvarpinum. Í In mente ljóðaði eg helst eina tonn ov yvirlegin í mun til greinina hjá Randi Ward í The Bitter Oleander, sum forrestin heldur ikki er heilt so smalt eitt bókmentatíðarrit, sum eg gjørdi tað til. The Bitter Oleander fæst kring alt USA og verður ummælt í tíðarritum kring allan heim. Á blogginum hjá kenda danska ummælaranum Lars Bukdahl skrivar hann í dag undir yvirskriftini News from Hulduworld; "Jeg har fået tilsendt det fine tidsskrift The Bitter Oleander med en stor, rig feature om den færøske poet Tóroddur Poulsen, inkl. dette barndomsminde: When I got to middle school, I often played hooky after lunch and went to the library or down to the harbor. I also used to get up to Kirkjubøreyn when the weather was good. The rocky landscape up there fascinated me. I used write small poems on slips of paper and put them under the stones. Whenever I went back, I'd always look under the stones, but my poems were gone. I thought that huldufólk had taken them, so I wrote new ones and left them up there too. I hope those poems weren't published in the hulduworld, because they were lousy and rhymed." Eg eri samd við Lars Bukdah um, at hetta er "ein rík feature".Vit kunnu fegnast um greinina hjá Randi Ward, sum hervið verður viðmæld øllum bókmentaáhugaðum, hon rakar nakað essentielt við Tóroddi og fer at vera ein ómissandi tekstur í framtíðar gransking av hansara verki, sum eg og onnur kunnu byggja víðari á.
(KP)