Monday, April 29, 2013

Prosavika 1 Carl Jóhan Jensen


Vit hava rættiliga ofta yrkingar og yrkingaummæli á listablogginum og onkursvegna verður skaldskapurin á óbundnum máli við sviðið soð. Hetta botnar sjálvandi eisini í, at skaldsøguútgávurnar eru færri í tali enn yrkingarsøvnini, men hesa vikuna gera vit eitt sindur burtur úr prosaskaldskapi og fara hvønn dag at leggja brot úr skaldsøgum og stuttsøgur á bloggin.  Samstundis bjóða vit høvundum at senda okkum prosa, sum vit seta á bloggin. 

Vit byrja prosavikuna í dag við sjálvum top of the pops, Carl Jóhan Jensen, sum í 2005 gav út bókanna bók "Ó - Søgur um djevulskap", sum nógv munu kenna - eisini um tey ikki hava lisið allar tær 786 síðurnar á tamb. Tað kann annars viðmælast øllum, tí tað er undirhaldandi lesnaður og ómetaliga væl skrivað. Eingin annar føroyskur høvundur hevur so ríkt og samstundis so neyvt orðafeingi sum Carl Jóhan Jensen. Tað er eitt satt njótilsi at lesa hansara tekstir, sum allir prógva, at føroyskt er einastandandi gott skaldskaparmál. Hann arbeiðir sum úlvur á skóg við næstu bókini, sum vit gleða okkum til og her er eitt brot:

4.
Íkoma ella gitnaður
Men Benedikt Einarsson. Sum fyrikoming og hamur um andligt tilvit (t.e. innari og mun-bæra rørslu), tók hann við lívi eina várnátt fyri skjótt sex og hálvfjerðs árum síðani, tá ið hjúnini á Heðinshædd endiliga, í illum ella góðum, funnust við kroppin á hvörjum öðrum. Tað var eftir eitt dansiball. Hon hevði skipað fyri, frú Ása, til tað ung enn, ónortin av samlívsins kjøtliga álvara. Og óvart kom tað á. Kanska av berari ung-øði fyri hennara viðkomandi ella av víninum ella dansinum alla náttina, men okkurt glapp innan í henni, brádliga, glapp sum ein bloytt mandla úr skali sínum og áðrenn hana vardi stóð hon framyvirboygd við osa av næstan sloknaðum ljósum upp í nasarnar og örmunum niður á baksmekkuna á eini nýkeyptari kanapé við reyðum plússsetrið, kjólin og undirskjúrtini í rulki upp eftir lívinum, hárið leyst og varrarnar samanlæstar, men eyguni víðopin og teirra svørtu gáttir svölgdu hálvalýsið sum fløddi úr vindeygunum endurspeglað í einum gullkrots-rammaðum spegli á stovubróstinum og kenslan av lukku eitt stórt hjól innan í henni, tað hevði øgiliga ferð og gjóstur stóð frá tí; hon kulsaði ber um stumpin og innanum lørini, men hann stóð aftan fyri hana, húsbóndin, eitt sindur sligin í herðunum við doða í hárinum og tí grásprongda skegginum, hvítklæddur, buxurnar lavandi um knöini og ikki hevði hann fingið seg úr stivlunum heldur tá ið hann kom innaftur slóðandi, nústani fylgt seinastu gestunum avstað út í degningssirmi og hann var bleikur við einum yvirbragdi á sær ið partvíst kyknaði av ampa um hvussu óvitvíst hann var komin at standa soleiðis við afturpartinum á hesi gentuni fyri sær, og hon stóð á tá og hon skalv, men umframt alt fóru undirbrøkurnar sundur í skrevinum, ein eld-grov-littur loppur kom undan, hann náddi upp í slakkan millum böllarnar og varrar opnaðust, eitt glóðeyga í loppinum, tað vilti sýslumann upp, hann brimaði av øsing, men lítið hevði hann kanska roynt holdið kortini, uttan við onkrari gleðigentu, onkrum teysum í Keypmannahavn onkuntíð í ungum og druknum gáloysni, men annars ikki brýggjað seg nógv um girndina og gifti seg, satt at siga, ikki við henni í tonkunum yvirhövur, men einum gruni heldur, einum skilaligum gruni í nervunum um afturkomu gjögnum hjúnarlagið til ein öðrvísi samanhang av reinleika og tað sakloysið, sum alt tolir og alt kann bera og öllum vil trúgva tá ið deyðin leggur hjartað í andvekur ljósnandi nætur, men hinvegin sumt kravdist nú av einum manni, hann kundi ikki hugsa sum ein óviti, síðst av öllum ein embætismaður, tað gjørdist ikki við, plikt var plikt og hevði sína tíð eins og alt annað inni sum úti, eitt nú hetta barndrápsmálið og nýliga var komið upp, tað lá tungt á honum, men sum hann stóð har við aðrari hondini á lend hennara, alt ov mikið varur við sín nakna undirpart, sítt óflættiliga kjöt, hugsaði hann við sær at onkran ugga mátti hann kunna taka sær, eingin tjóvur í hesi kaldbleiku várnátt, men skilti alt tað sama ikki hvussu hon hevði lokkað hann frá sansunum, eitt barn sjálv við einglabrá í eygunum og tvískildum brosi um munnin og bert við at taka ein lokk frá enninum, ein lokk av sínum tjúkka reyða hári og húðin so undarliga frøknut undir dúninum upp eftir handlegginum, og hvaðna minni skilti hann seg sjálvan at hann skuldi missa seg burtur, missa seg inn í hennara trongu veran av bloyttum kyni og gásarholdið, men hann var fjøtraður og tað visti hann alt ov væl at har byrjaði helvitið sum hann stoytti sín algoysta lim inn í hana og sansaði regndropaglymin grovka á takinum.
Grovka.





(KP)