Saturday, April 20, 2013

Eitt sindur um grunnishøvd og at laða varðar í einsemi


Einaferð fyri nokk so nógvum árum síðani fann eg meg í óvanliga eksklusivum selskapi í einum húsum í Vesturbýnum í Havn, har rami roykurin av garnatálg sveið í eygunum. Eg var spent, tí hetta var fyrstu ferð, eg skuldi royna grunnishøvd, henda forkunnuga og gitna rætt. Sum eg minnist tað vóru grunnishøvdini serstakliga røst, men ikki so mikið røst, at tey smakkaðu av ammoniak. Konsistensurin á fiskinum var bleytari enn hann plagar at vera í røstum fiski, eplini smakkaðu søtt afturvið og saman við garnatálgini smakkaði heildin himmalskt. Men røstu grunnishøvdini vóru ikki tey einastu merkisverdu høvdini í hesum góða veitslulagi, ið var myndað av frægum menta- og listafólkum. Har sat eg sum fiskurin og hann var so mikið sterkur og garnartálgin, at tað mátti skolast niður sjálvandi, við øli og snapsi og so vítt eg minnist, bjóðaði blíði verturin eisini hvítvín, tí tað, sum hann grínandi greiddi frá, riggaði so óføra væl til fisk. Verturin royndi somuleiðis at ræða okkum damur við at lesa upp brot úr óbetaliligu uppskriftini hjá Mariusi Johannesen uppá grunnishøvd, sum hann hátíðarliga deklameraði "Trýst bustina niður á nasagluggarnar... Minnist til, at táið tit fáast við høvd, at vera í vøttum, so tit ikki fáa prus, tí bara eitt lítið prus sum tú fært, meðan tú vaskar høvd, er vist at taka ilt fyri seg, og mangan verður eitt sovorðið prus til svínarósin..." osfr. (uppskriftin er prentað í Vencil nr 1). Væl smakkaði, lagið var gott og so mikið eydnuríkt svirrandi, at eg (við hóskandi hávirðing) vendi mær til nærmasta skaldið, tað var hann við hattinum, at spyrja hvat hann kundi viðmæla av føroyskum bókmentum til eina, ið ætlaði at gerast ordiliga bókmentað uppá tann føroyska mátan. Eg hevði, greiddi eg honum frá, lisið alt tað vanliga, Martin Joensen, Heðin Brú, Ungu Føroyar osfr., ið stóð á hillunum í barnaheiminum, og so hevði eg lisið føroyskar samtíðarbókmentir, men mátti samstundis bekenna, at eg ivaleyst hevði lisið væl meira av donskum barna- og ungdómsbókum og Barbara Cartland and stuff enn gott var og eftirsum eg eisini havi lisið danskt á universiteti niðri, ja so hevði eg altso bráðfeingistørv á einari føroyskari mentanarinnspræning og hvat skuldi eg tá lesa? Skaldið hugdi tortrúgvin at undirritaðu, flenti eitt sindur óunniliga, so tað skygdi í brilluglasinum, men tók eitt sindur fastari um glasið, tá hann segði "Les Varðan". 

Og eg las. Ikki allan Varðan, tí tað hevði eg ikki stundir til, men eg las nóg mikið til at fata ta virðing, sum tað tíðarrritið hevur havt. Nú liggur ein spildurnýggjur Varði framman fyri meg á borðinum, men tað er so sum so við virðingini, skilst á ummælum og umrøðu higartil. Nýggi blaðstjórin Agnar Artúvertin leggur út við einum inngangi, sum er so mikið ósamanhangandi, at hann ikki tykist vera lisin ígjøgnum áðrenn ritið var prentað - onkur hevur rættlisið, gamaní, men greinahøvundurin hevur ikki sjálvur rættað sína grein innihaldsliga. Sostatt mótsigur hannn sær sjálvum í innganginum, sum er skrivaður í pluralis við einum "vit" sum frásøgufólki og tað er eftir øllum at døma Varðin, sum leggur sínar hugsanir fram. Men hvør er tað, ið hevur so ekstremar og illa grundaðar meiningar sum hesar? T.d. verður ført fram at bestu skaldsøgurnar verða skrivaðar í frítíðini við síðuna av øðrum arbeiði og tessvegna er eingin orsøk at stuðla rithøvundum - og prosarithøvundar eru eftir at døma menn, í øllum førum skulu teir hava maskulinar kvalitetir. "Varðin heldur, at tað er saktans til at skriva 250.000 orð ella eina bók upp á 800 síður við at sita ein hálvan tíma hvønn morgun ella hvørt kvøld í eitt ár ella tvey. Men prosa krevur dirvi, tol áhaldni, varsemi og mest av øllum sjálvdisciplin - maskulinir og keðiligir kvalitetir..." (s.8 Varðin)Eftir at hava lisið Varðan ivist eg í um nakar annar enn greinaskrivarin, tvs. blaðstjórin sjálvur man standa inni fyri so nógvum tvætli og hann átti at verið bæði ov vaksin og ov gløggur at fáast við tílíka studentikosa provokatión. Sjálvsálitið er í lagið, tað má sigast, tá blaðstjórin plaserar seg sjálvan á somu linju sum Heðin Brú og William Heinesen. Eg eri bangin fyri, at ritið prógvar, at tað er hann langt frá.

Onkur glotti er í hesum riti, nøkur stutt ummæli av ymsum útgávum, sum ikki eru so galin, men samanumtikið hevur hetta øgiliga lítið uppá seg. Uppiborið rós til Sissal Kampmann og ein heldur margháttlig staðfesting í sambandi við eina atfinning av málinum í bókini "Men hvar er tann nevin sum slær" hjá Høgna Mohr, har tað stendur: "Ritgerðarhøvundurin kann tó ugga seg við, at ongar standmyndir verða reistar av rættlesarum, men nógvar av akademikarum..". Mær vitandi eru tað ikki júst akademikarastandmyndir, sum fylla mest í almenna rúminum. Minningarorðini hjá Øssuri Johannesen um vinmannin Rasmus Rasmussen eru skrivað við fullum huga og eru uppá tann mátan áhugaverd. Ummælið hjá Jóanesi Nielsen av Sár á Sál er eitt væl skrivað undantak í hesum annars heldur ússaliga og døkka kjallararitinum. Í ummælinum er ein skilagóð gjøgnumgongd av leiki og leikriti, men eg skilji ikki sammetingina hjá ummælaranum millum støðuna hjá Kristinu S.Hansen og hana hjá Óla Kurt Hansen. Í dramayrkingini Sár á Sál spyr yrkjaraegið hvussu hon nakrantíð aftur kann standa á palli og spæla sjónleik, og um okkara kunnleiki til hennara sorgarsøgu ikki fer at standa sum ein "forðing fyri íspunnar heimar?". Jóanes Nielsen heldur, at tá tað á sinni bar til hjá Óla Kurt Hansen brádliga at skifta frá æviga komiska leiklutinum til tann demoniska Ankersen í Glataðu spælimonnunum, ja so fer hetta kanska eisini at bera til hjá Kristinu S.Hansen. Her gloymir ummælarin megintáttin í tí verki, hann ummælir, at leikurin tekur støði í egnum veruleika og at tað ikki fyri høvundan ella áskoðararnar snýr seg um eitt einfalt dramaturgiskt typuskift, men um ein veruligan sorgarleik á Ravnsoyarvegi í Havn. 

Annars havi eg ilt við at taka henda nýggja Varðan í ávara, umrøðan av einum fyrilestri er ógvuliga óseriøs og ómotiverað. Yrkingarnar og søgurnar í Varðanum tykjast sum heild rættiliga ungdommiligar, men tær eru tó frægari enn tvangsrímaðu íløgurnar frá teimum tilkomnu, hvørs yrkingar minna um tættir uttan flog, sum møguliga hava áhugaverdan líkskap við veruligar hendingar, eg veit tað ikki. Poetiskt tykjast tær í hvussu er rættiliga óáhugaverdar. Agnar Artúvertin gevur Klæminti Vágadal sítt besta viðmæli, ei undur í tí, teir líkjast í skrivihátti. Søgan hjá Klæminti Vágadal "Havragrýn og kopar" er ófrættakend og eins góð og onkrar av søgunum í Vencil - tað er ikki tað, men hon ber brá av einum ávísum stíli, sum floymir yvir føroyskar bókmentir og myndlist í hesum árum. Nógvir føroyingar mála og skriva soleiðis, altso taka støði í vanligari realismu, sum so fær eina sneiðing yvir í okkurt løgið og óveruligt, kanska kunnu vit nevna henda stílin eitt slag av hentleika-surrealismu og so er spurningurin bara um tað gerst áhugavert av at vera løgið ella um tað er løgið fyri at sýnast áhugavert. Óansæð tykist rákið rættiliga grunt, men tað skal Klæmint Vágadal ikki lastast fyri. Hann er debutant, so har er vón fyri framman.

Helst botnar ómegdin í nýggja Varðanum í teirri sannroynd, at blaðstjórin er heldur sjálvráðin og einsamallur. At laða varðar gongur út uppá samstarv við virðing fyri farnum og komandi ættarliðum og vilja til felags upplýsing. Eg skilji væl hugin at broyta Varðan, men hetta er Agnar Artúvertin ikki førur fyri at gera einsamallur. Í innganginum greiðir hann frá sínum hugsanum um føroyskar bókmentir og tað heila skal eftir øllum at døma vera "tiefer als der tag gedacht", sum Johannes Jørgensen siteraði Nietzsche fyri á sinni, tá hann og Sophus Claussen m.a. tóku seg saman at stovna tað danska symbolistiska tíðarritið Taarnet, sum var ein reaktión móti realismuni í nýbrotinum. Trupulleikin er bara tann, at ein tílík dýpd krevur eina ávísa vitan og format, sum ikki er til staðar í nýggja Varðanum, tíverri. 




(KP)