Saturday, April 6, 2013

Hommage à Ruth Smith

Í gjár var fernisering í Stephanssonshúsi við sjálvsmyndum hjá Torbirni Olsen.  Framsýningin fevnir um 41 ár frá 1972 fram til í dag. Sjálvsmyndin, sum er avmyndað her vinstrumegin er dømi um hvussu framúrskarandi málari, Torbjørn Olsen er. Eg viðmæli øllum at fara oman á Kongabrúnna at hyggja at henni og hinum myndunum. Allar eru góðar og tær eru sera væl skipaðar í framsýningarrúminum. Kurator er Inger Smærup Sørensen. http://listinblog.blogspot.com/2013/03/sjalvsmynd.html


Tekningar

Hendan fína sjálvsmyndin er frá 1977

Og hendan er frá 2013

Tekningar

Ingvør Nolsøe bjóðar vælkomin

Framsýningargestir

Eg giti, at okkurt verður í In Mente um framsýningina

Hanus G. Johansen greiddi frá um samstarv við Torbjørn

Torbjørn er so easy, segði Hanus, men fær allíkavæl tingini gjørd

Og so sang hann sum bara Hanus kann


Hanus sang "Mariann" ,"All along the watchtower" og onkrar av hansara egnu Leddiken og Pól F

Og Torbjørn slapp at bestilla teir sangir, sum hann hevði hug til at hoyra





(KP)