Góði Zacharias!
Eg fekk heiðurin, at siga nøkur orð á tíni
fernisering í dag.
Tá Inger spurdi meg fyri nøkrum døgum síðan,
ivaðist eg í, um eg kundi taka hesa uppgávu upp á meg. Hvat kann eg siga um ein
so royndan, dugnaligan og høgt virdan listamann, sum hevur arbeitt við
málninginum tvær ferðir so leingi sum eg sjálv, minst? Eg segði ja. Og beint eftir telefonsamrøðuna
við Inger, fall eg í fátt yvir at skula loysa hesa uppgávu og angraði at eg
hevði sagt ja. Hetta við orðum, at siga nakað vitugt við orðum, er strævið og
innviklað; men eg vil fegin greiða frá onkrum her í lívinum, og tá tað nú ikki
liggur so væl fyri við orðum, so valdi eg myndlistina, serliga málningin, til
at greiða frá onkrum. Og tað hevur tú eisini valt, Zacharias!
Eg minnist, at Zacharias og eg luttóku á einum
grafiskum skeiði, ella eini "workshop" mitt í hálvfemsunum.
Grafikarar vóru komnir úr Grafiska Verkstaðnum í Hjørring, á Grafiska
verkstaðin, sum tá var í Listaskálanum. Vit vóru boðin til hetta, so vit kundu
trykkja nøkur steinprent saman við hesum hegnigu grafikarunum úr Hjørring. Eg
kendi meg ikki sørt fjálturstungna av at vera har millum listafólk sum Zacharias
Heinesen, Trónd Patursson, Bárð Jákupsson, Marius Olsen og onnur. Ja, eg var
grøn tá, júst liðug á akademinum í Helsinki; men eg hevði eisini hasa
skrásikkurheitina, sum ung fólk ofta hava, eina nakað foreinklaða mynd av
lívshøpinum.
Zacharias og eg stóðu undir liðini á hvørjum
øðrum, við eitt langt borð, og málaðu á hvør sín stein. Eg var fyrst eitt
sindur illa við av at standa undir liðini á hesum mæta listamanni; men
varnaðist eftir hondini, at hesin mildi stillføri maður var sjálvur eitt sindur
foyur yvir støðuna. Hann suffaði við hvørt og greiddi frá hvussu ivasamur hann
var, um tað hann gjørdi. Hann visti ikki hvussu hann skuldi fáa nakað burturúr,
og at hetta mundi neyvan fara at eydnast serliga væl. Dagin eftir kom hann yvir
til mín, glaður upp á sín stilla máta og segði, at hatta pensilstrokið, sum eg
hevði gjørt á steinin í gjár, hevði inspirerað hann, og nú kundi hann koma
víðari.
Eg havi mangan hugsað aftur til ta ferðina og
verið fegin um at viðurkenna ta sannroynd, at tað er hesin ævigi ivin, hendan
støðuga óvissan um góðskuna av tí tú gert, sum allsamt fær teg at arbeiða
víðari. Zacharias vil vera nøgdur við síni avrik og ivast enn í teimum. Hann er
ikki komin á mál, og tí arbeiðir hann víðari, endaleyst. Hann vil verða betri
og betri.
Í einum
broti í bók síni "Livandi List" skrivar Inger um Zacharias:
"Hann byrjar við eini stórari litgleði og ikki at gloyma við einum stórum
kærleika til flatan. Í veruleikanum byrjar hann við eini mynd og ikki við eini
hugsan, og her er munurin. Tí tað er gleðin við sjálvum málninginum, gleðin at
finna nýggjar hættir at seta eina mynd saman, seta litir saman og gera spenning
í linjuspælinum, sum hevur týdning. At samskifta eina hugsan ella hugskot er í
veruleikanum ikki alneyðugt. Aftaná kemur so motivið, tí hann hevur valt ikki
at arbeiða við motivum, men útgangsstøðið er ein abstrakt mynd."
Her sipar Inger til listasøguliga læru, sum
sigur, -"at myndin kemur áðrenn motivið"-, at Zacharias málar ikki
føroyskt landslagsmálarí, men at hann málar myndir. Hetta lýsir sera væl tað,
sum Zacharias ger og styðjar uppundir navnið á framsýningini "IKON".
"Tað er ikki avgerandi hvat tú málar, men
hvussu tú málar!"
Hendan lærusetningin hoyrdi eg mangan tey
fyrstu árini í skúlagongdini. Tað tók mær langa tíð at fata, hvussu hesin
setningur skuldi skiljast. Eg dugdi ikki at seta meg inn í, at innihaldið, ella
myndevni í málninginum ikki skuldi hava nakran týdning. Hetta var eisini áðrenn
eg fataði, at innihald og myndevni vóru hvør sítt. Men síðan hava mínar royndir
lært meg, at innihald og myndevni er nyttuleyst, um eg ikki veit hvussu tað
skal málast.
Hyggið væl eftir hvussu Zacharias hevur málað
sínar myndir og upplivið so, hvussu væl hetta er gjørt!
Hjartaliga til lukku við framsýningini!
Hansina