Wednesday, April 24, 2013

Várframsýningin letur upp á mentanarnáttini


Pall: er heitið á Várframsýningini 2013

Tíðindaskriv:

Vit vilja við hesum vísa á Várframsýningina sum ein møguleika hjá øllum listagreinum um at sýna fram saman. At Várframsýningin bæði umfatar tvey- og trýdimensionella list, men eisini list, ið hevur tíð sum eina treyt, til dømis video, dans, tekst og so víðari. Sera einkult.


Framsýningin verður soleiðis eitt boð uppá ein ”pall”, har tað ikki bert verður tosað um makrel og fiskikvotur, men har víst verður á at mentanin og listin andar og hevur megi. 



Vit eru áhugað í øllum listarligum framburðum fyri at skapa eina so fjølbroytta og útgreinandi framsýning sum gjørligt, og heita hervið á øll fólk um at send inn. 



Oðrið er eitt: Fylkist, fylkist og aftur fylkist. 



---



Soleiðis verður latið inn:



All tilfar verður latið inn digitalt umvegis t-post:



Tilfar verður sent til: varfram@gmail.com



Freistin fyri innlating er: 31. mai 2013.



Listafólkini fáa svar skjótast møguligt, soleiðis at listaverkini kunnu latast inn í Listaskálan. 




---



Mannagongd: 



1) Skriva greitt og týðiliga navn títt og aðrar viðkomandi upplýsingar, so sum føðiár og líknandi, um teg sjálvan á eitt word-skjal ella líknandi. 



2) Avmynda (um talan er um málningar, skulptur, dans og annað líknandi) verk tíni og set nummar á fílnavn frá nr. 1 og uppeftir.



3) Um talan er um tekst, video og annað líknandi, so set somuleiðis nummar (úr 1 og uppeftir) í fílnavni.



4) Ger eina lista við upplýsingum um verkini. Listin skal latast inn saman við listaverkunum og skal vera týðiliga merktur, soleiðis at samsvar er millum nummar á fílnavninum og tær upplýsingar sum eru á verklistanum.



Dómsnevndin: 



Várframsýningin er sensurerað. Ein trímannað dómsnevnd úr Føroysk Myndlistafólk velur út og setir framsýningina saman við innkomnum verkum og øðrum viðkomandi tilfari. Dómsnevndin hevur fullan avgerðarrætt at velja burtur úr innkomnu verkunum.



Í ár sita Unn Joensen, Ludvík á Brekku og Jóhan Martin Christiansen í dómsnevndini.





Vinarliga vegna nevndina í Føroysk Myndlistafólk





Unn, Ludvík og Jóhan Martin