Nøkulunda soleiðis fullu orðini frá eldhugaða soninum við nátturaborðið. Hann er seks ár og sigur enn "guggl", ella tað segði hann, tá hann skuldi greiða frá virðismikla tilfarinum í teimum vøkru blásiljóðførunum og teimum RÆÐULIGA stóru violinunum, ALT ov stórar til at hava á økslini, helt hann. Og tá hann var byrjaður at greiða frá, mundi hann ikki blivið liðugur. Hann hevði verið til barnakonsert, segði hann, í dag við barnagarðinum, í Norðurlandahúsinum og tað var ræðuliga stuttligt og super cool. Har vóru hundrað børn í minsta lagi og tað er øgiliga nógv. Men sum eg havi skilt tað, so hava tilsamans fleiri túsund børn hesa vikuna notið Føroya Symfoniorkestur og søguna hjá Jákupi Veyhe við tónleiki eftir Atla K. Petersen. Eg skilti ikki ordiliga alt, sum lítli royndi at greiða mær frá, tá hann rann aftur og fram á gólvinum meðan hann sang tónleikin og greiddi frá søguni. Eg haldi, at hann spældi uppá lufthorn av onkrum slag, eg veit ikki um hann fer at tíma tað, tá hann finnur út av, at tey eru úr messing og ikki úr gulli, men eitt er vist og tað er, at løtan hevur verið gull hjá børnunum í Norðurlandahúsinum. Takk fái tit fyri tað.