LISA Formansfrágreiðing: Ólavur Jakobsen
Stórfagnaður í einum annus horribilis
Virkisárið byrjaði á einum fundi í Mentamálaráðnum, har ið góð tíðindi vóru at frætta. Mentanargrunnurin skuldi nú umskipast, lógin um upphavsrætt var nærum komin undir land. Mentamálaráðharrin segði okkum, at bert smáir snøklar vóru eftir, so varð umskipanin av Mentanargrunnurin klár. Í umskipanini av grunninum, var
høvuðsdentur lagdur á, at flyta ymsu konturnar, ið eru undir beinleiðis stýring av Mentamálaráðnum í ein grunn, ið umframt at gerast størri, eisini skuldi røkja aðrar uppgávur m.a sum ráðgevi og listaráð. Eisini lógin um upphavsrætt var um at vera liðug. So frættist einki aftur.
Nýggj starvsnevnd var vald á seinasta aðalfundi, tá 2/3 av nevndini vóru
valdir av nýggjum. Men hetta eru fólk, sum eru roynd í leikum, so tað hevur ikki nervað virksemi hjá felagnum. Oddfríður M. Rasmussen og Jenny C.Petersen løgdu frá sær eftir at hava sitið í nevndini í eini 12 ár. Í staðin fyri tey komu Guðrið Poulsen og Bárður í Bainstovu í starvsnevndina. Tey skipaðu seg við Ólavi Jakobsen sum formanni. Starvsnevndin hevur hildið 7 fundir síðan seinasta aðalfund. Umframt hetta, hava vit havt 6 fundir, har formaðurin ella fleiri starvsnevndarlimir hava verið við. Afturat hesum eru eisini hópin av telefon- og skypesamrøðum,
óformellum fundum við listafólk, fólk og stovnar annars. Eisini hevur formaðurin luttikið á fundum í Nordisk Ministerråd og í Nordisk Kunstnerråd.
Skurður
Nú knappliga frættist aftur av tí politiska økinum. Í samband við framløgu av fíggjarlógini, so kom undan kavi, at Mentanargrunnurin varð skorin við 1/5, umframt at játtanin til tónleik var skorin ógvusliga. Afturat hesum vóru flestallir mentanarstovnar umfataðir av, at játtanir ikki vaksa, hóast útreiðslurnar gera tað. Tað er ein reellur niðurskurður.Mentanargrunnurin var skerdur. Politiskt var møguliga mett, at hetta er ein
løtt sparing, tí tað er ikki neyðugt at siga nakran úr starvi. Í grundgevingini var m.a. sagt, at hesaferð var tað so hetta økið, ið stóð fyri. Fjølmiðlar løgdu upp til, at hetta í staðin skuldi nýtast til m.a. víðlíkahald av gomlum træskipum og at raðfesta stuðul til føroysk kvæði. Tað kendist svárt hjá øllum listafólki, at vera sett upp ímóti hesum báðum økjum, tí neyvan mann nakað teirra hava nakað ímóti, at hesi umráði eisini
verða raðfest.
Mentanargrunnurin hevur eitt ógvuliga breitt orðað endamál og er ikki ein grunnur einans fyri listafólk, men stuðlar breitt, bæði leikum og lærdum. Eisini varðveitslu av gomlum træskipum og føroyskum dansi. So í
veruleikanum, er eisini spart har. Sera dátt kom tað við hjá LISA, tí vit fingu einki at vita um hetta
frammanundan. LISA mótmælti harðliga og førdi fram, at skurðurin bert fór at føra til meiri
politiskari stýring av listini.
Upphavsrættur
Lógin um upphavsrætt er nú komin í Løgtingið. Hon var í farnu viku til 1.viðgerð og varð beind í Mentanarnevndina. Feløg og einstaklingar hava havt møguleika at gjørt viðmerkingar til lógina.
Nógvir smálutir eru í lógini og nógv hava givið sítt íkast til arbeiðið. Lógin hevur síni lýti, men vóna vit, at hetta verður rættað í endaligu viðgerðini.Lógin er mest at líkna við eina rammulóg, ið skal stýrast við kunngerðum frá landstýrismanninum. Men upphavsrætturin er komin á føroyskar hendur, og tað hevur økt áhugan
fyri upphavsrætti. Tað er serliga yvirfyri Kringvarpinum, at hesi viðurskiftini eru galdandi.
Leikarafelagið er í holt við at fáa ein sáttmála við Kringvarpið.Rithøvundafelagið hevur eina avtalu. Tónleikarafeløgini og tónaskøldini hava eisini áhugamál, ið framhaldandi verða umsitin av KODA og Gramex.
Tað eru aðrir stovnar, sum avtalur eisini skulu fáast við, bæði viðvíkjandi ljóðbøkur og ebøkur.
Kringvarpið
LISA bað skrivliga um frágreiðing frá leiðsluni í Kringvarpinum um útgávuvirksemi teirra. Tær sera ógvusliga lýsingarherferðirnar í útvarpi og sjónvarpi fyri teirra egnu útgávum, eru við til at avlaga kappingina – hetta
helst uppundir jól. Eisini varð spurt um rættindini hjá tí eintstaka listafólkinum.
Svarið, ið vit fingu frá Kringvarpinum, kann ikki tulkast sum annað enn, at
inntøkurnar av útgávuvirkseminum m.a. sølan av sera væl seljandi sálmafløgunum, fór til at gjalda útreiðslur, ið stovnurin hevur av at gera og lýsa (í Krinvarpinum) fyri hesar fløgur. Vit halda, at Kringvarpið væl kann hava eitt ávíst útgávuvirksemi, helst tá ið hetta hevur støði í varðveitslu av okkara mentanararvi, men ansast skal eftir, at hetta ikki er kappingaravlagandi og at umsetningurin av hesum virksemi ikki – so ella so, fer til rakstur av stovninum. Tónleikafeløgini hava eisini gjørt vart við sína ónøgd við, at arbeiðið at orða
ein tónleikapolitikk fyri Kringvarpið steðgaði upp. Hetta byrjaði fyri nøkrum árum síðani og hoyringsskriv vóru send út. LISA hevur skrivliga biðið um kunning frá stovninum, hvar ið málið er nú. Men einki svar er komið.
Samskifti við MMR, stovnar og politikkarar
Tá mentamálaráðharrin avgjørdi at skerja Mentanargrunn landsins, var LISA ikki kunnað frammanundan, hóast vit hava verið hoyrd í arbeiðinum at fyrireika umskipanina. Vit royndu at koma á tal við mentanarnevndina og fíggjarnevndina, men tað var okkum sítt, vísandi til tingskipanina so høvdu vit ikki krav um fund. Vit kravdu ikki fund, vit bóðu um tað. Men tað fingu vit ikki. Mentanarnevnd
Løgtingsins hevði nærum einki fundarvirksemi í 2012. Okkara samskifti við MMR hevur, í mesta mun, verið um praktisk viðurskifti viðvíkjandi ognini á Lützenstrøð. Eisini hava óformellir fundir verið við MMR
og samskifti um umboðan í ráðum og nevndum. Samstarvið við starvsfólk í MMR hevur verið bæði gott og virðiligt. Eisini evur verið sera gott samstarv við Norðurlandahúsið, ið er týdningarmesti, einstaki aktørurin innan fyriskipan av list í Føroyum. Húsið var við í sera góðum samstarvi um tiltakið Gróðrarrúm, ið myndlistafólk skipaðu fyri, m.a. starvsnevndarlimur okkara Guðrið Poulsen. Tað hevur verið eitt ávíst samskifti við tingfólk um Mentanargrunnin. LISA hevur svarað teim spurningum og veitt tey ráð, ið stovnar og politikkarar hava heitt á okkum um at greina. Umboðan og norðurlendskt samstarv LISA er limur í Nordisk Kunstnerråd, ið er eitt óformelt forum. Á fundi í desember var røtt um støðuna innan mentan og list í ymsu londunum. Eisinivar kjakast um samstarvið við Nordisk Ministerråd. Fundur var eisini við embætisfólkini í Nordisk Ministerråd. Fundurin í Nordisk Ministerråd snúði seg mest um, hvussu samstarvið framyvir skal vera, nú ið Norðurlandaráðið hevur avgjørt, at umskipa stovnar sínar. Nordisk Kunstnerråd var skelkað av ógvusligu skerjingunum, ið vóru á mentanarøkinum í Føroyum og valdi tey, at senda eitt opið bræv til løgmann, mentamálaráðharra og løgtingsformannin, har ið tey staðiliga ávaraði ímóti hesum. Eisini vístu tey til listaboykottið, ið hevur vakt ans uttanlands, tí fremstu listafólk okkara taka undir við hesum. Eisini varð forkvinnan í Nordisk Kunstnerråd í føroysku fjølmiðlunum og tosaði um at virðismeta rakstrarløgini
innan mentan og list, tí hetta var lívsneyðugt fyri samfelagið. List í uppvøkstri og skúlagongd í Føroyum
Stór kanning hevur verið í 2012 um list í uppvøkstri og skúlagongd í Føroyum. Niðurstøðan hjá Anne Bamford, professara, ið stóð fyri kanningini, kom ikki óvart á listafólk. Hon staðfesti, at eingin skipaður mentanarpolitikkur er fyri børn og ung. Eisini tørvar samskipað samstarv millum skúla og listafólk. Í kanningini sigur hon eisini, at læring í list og um list, sum hon sigur, er ikki tað sama, og eigur í skúlanum at vera ein kravdur og virðismettur partur av tímatalvuni hjá øllum. Tað vera nýttir færri tímar í list í Føroyum, samanlíknað við altjóða miðaltalið.
Hølisviðurskifti
Leigumálið við Tórshavnar kommunu og LISA um Pæsastovu varð sagt upp til at fara úr gildi tann 31. desember 2012, men vit vóru flutt niðan á Lützenstrøð 4 seinasta summar. Hesi hølini eru betur egnaði til okkara virksemi. Rithøvundar hava brúkt húsið til at skriva í, sjónleikarar hava eisini lesiroyndir
í samband við leikir og hevur eisini Arkitektafelagið regluligt fundarvirksemi her. Myndlistafólkið og tónleikafeløgini hava eisini nýtt húsið til ymiskt fundarvirksemi og er húsið sera væl egnað til hetta. LISA hevur syrgt fyri, at lás er sett í og at kort til eru tøk hjá feløgunum. LISA hevur eisini fingið í lag, at tráðleyst net er sett upp og er tað frítt at nýta hjá øllum. Eisini eru onnur feløg og grunnar m.a. KLIPPFISK, MENTÒN, Summarfestivalurin og G! kunnaði um møguleikarnar í hesum bygningi. Eisini Norðurlandahúsið er kunnað um møguleikan hjá m.a. vitjandi listafólki, at her kunnu tey virka. LISA hevur havt óformellar fundir við MMR um eina reglugerð fyri Lützenstrøð, tí tað er neyðugt at vita, hvør leikluturin hjá okkum skal vera herí húsinum. Vit hava ikki møguleika – ei heldur hug, at gerast útleigarar, men vilja fegin hjálpa til, so aktivitetur verður í húsinum. LISA vil fegin hava nógv fólk at gagnýta henda møguleika og tað eigur at vera
møguleiki hjá øllum – eisini listafólki, ið ikki eru limir í nøkrum felagi, ella vitjandi listafólkum, at virka her.
Vit vóna, at ein reglugerð skjótt verður liðug, so vit nágreiniliga vita, hvør leiklutur okkara skal vera her í húsinum.
Virksemi hjá LISA
LISA og skrivari tess, tekur sær av ymsum arbeiði fyri limafeløgini: roknskapir, limakartotek umframt annað ráðgevandi virksemi. Skrivari okkara er til taks, um listafólk hevur ráð fyri neyðini. LISA hevur til uppgávu, at nevna út umboð til ráð og nevndir, ið eru á listaog mentanarøkinum. Umboðsráðið hjá LISA, ið er hægsti mynduleiki okkara, útnevnir á fundi fólk til hesi álitisstørv. Vit hava roynt at skapt størri opinleika um hvør umboðar listafólk í m.a. Mentanargrunninum, í ráðgevandi nevndini fyri Norðurlandahúsið og í nevndina, ið ger tilmæli til mentamálaráðharran um heiðurslønir til listafólk. Hesi eru øll nú løgd á heimasíðu okkara lisa.fo. Har er sæst hvørji eru umboð og nær hesi umboð skulu veljast av nýggjum. Eisini eru átøk gjørd, at fáa ein meira virknan Facebook-profil, at fáa betri samband við listafólk, ið eru búsitandi uttanlands. Eisini hevur LISA fingið til uppgávu at umsita heimasíðu hjá Nordisk Kunstnerråd. Um orka var til tess, høvdu vit fegin vilja havt yvirlit á heimasíðuni um hvat hendir á listaøkinum, men tað krevur, at vit fáa upplýsingar um tiltøkini.
Hetta hevur umsitingin hjá okkum ikki orku til, sum nú er. Samanumtøka Mentanarpolitiskt hevur hetta virkisárið verið eitt Annus horribilis. Skerjingin á økinum kann ikki tulkast sum annað og hevur einki við vanliga sparing at gera. Hetta er í sterkari andsøgn við, at føroyska listin og mentanvirksemi annars,
neyvan nakrantíð hevur staðið seg so væl á altjóða pallinum. Hvønn einasta dag frættist um listafólk, ið gera vart við seg uttanlands og eru hesi stórliga við til at mynda okkum sum tjóð. Nýggj listaøki taka seg upp,
m.a. filmsvinna, nógv fyritakssemi er í føroyskari list, bæði í Føroyum og uttanlands. Spell er, at somu listafólk hava sæð seg noydd at gera vart við sína ónøgd við ógvusligum tiltøkum og útsøgnum.Sjálvandi hvørvir føroysk mentan ella list ikki við skerjingum av Mentanargrunninum, men okkara kosnu menn senda listafólkum eini greið boð: Vit virða ikki tykkara verk. Her kann, við einum pennastroki, skerast. Mentanarøkið er miðvíst niðurlagað seinnu árini við politiskari líkasælu. Hetta er í stórari andsøgn við, at listafólk okkara virka púra frítt um allan heim og sjáldan hevur tað verið so nógv at frætt um listafólk, ið standa seg væl á altjóða pallinum. Kjakið hevur oftani verið ófantaligt og miðlarnir hava ikki átt ein serliga
álvaligan leiklut í hesum, tí oftani eru lættasta loysnin vald og tað bøtir ikki um. Meðan mentanarálit støðugt vera gjørd - av vælløntum fólki, og ráðstevnur hildnar - av fastløntum fólki, so er framvegis eingin Tjóðpallur at hóma. Hesin kundi verið stóri magneturin í Føroyum hjá øllum listafólki. Ja, her hendir snøgt sagt einki mentanarpolitiskt. Hetta er tíverri ikki nakað nýtt. Jú, listafólk virka allíkavæl, hóast umstøðurnar eru út av lagi vánaligar. Hvussu er og ikki, so lata listafólk seg ikki tøla. Tað er listin alt ov sterk til.
Ólavur Jakobsen, formaður
Listafólkasamband Føroya
http://www.lisa.fo/index.php?option=com_content&view=category&layout=blog&id=3&Itemid=12