Vit hava rættiliga
ofta yrkingar og yrkingaummæli á listablogginum og onkursvegna verður skaldskapurin
á óbundnum máli við sviðið soð. Hetta botnar sjálvandi eisini í, at skaldsøguútgávurnar
eru færri í tali enn yrkingarsøvnini, men hesa vikuna gera vit eitt sindur
burtur úr prosaskaldskapi og fara hvønn dag at leggja brot úr skaldsøgum og stuttsøgur á
bloggin, m.a. brot úr komandi bókum hjá Sissal Kampmann og Carl Jóhan
Jensen. Samstundis bjóða vit høvundum at senda okkum prosa, sum vit seta á
bloggin.
(KP)