Friday, April 19, 2013

Mentanardimman komin



Uglan er lend! Eg havi júst fingið hana í hondina, vikuskiftisdimmuna og teknaði uppá standandi fót eitt hald. Dagsins Dimma er nevniliga bæði mentað og feit. 64 tekstríkar síður, harav helvtin er vígd mentan og list, tað er ikki á hvørjum degi. Blaðið er fult av samrøðum, greinum og ummælum av og um leiklist, myndlist, filmslist, skaldskapi, tónlist, bókmentum, byggilist og eisini við einum miðlabroddi á baksíðuni. Inger Smærup Sørensen hevur skipað blaðið og samlað inn greinar frá Sissal Kampmann, Pætur Marjunarson Dahl, Hanusi Kamban, Vár Í Ólavsstovu, Kristionnu Mortansdóttir, Ingun Í Skrivarastovu, Knút Háberg Eysturstein, Heina í Skorini, Øssuri Winthereig, Inger hevur eisini skrivað sjálv og undirritaða hevur somuleiðis eina grein í blaðnum. Eg gleði meg at fara at lesa tær mongu greinirnar um eitt nú Føroya mest mentaðu kommunu (Fuglafjørð), um Heðin Klein og Celan, um Barcelona, um metal í Føroyum, um Restorffs Gull á Sandi osfr... Fyribils fegnist eg bara um mentanarliga satsið hjá Dimmu og gleði meg longu til næsta punktum.fo, tí mentanarblaðið hjá Dimmu fer at koma hvønn mánaða. 



(KP)