Monday, April 15, 2013

Joel Cole framsýnir hjá Dugna




Joel Cole, 44 ára gamli amerikumaðurin við tilknýti til Føroyar, sýnir í hesum døgum fram dragandi og forvitnisligu trælist sína í matstovuni á Dugna, á hjalla. Bjóðað verður til fernisering týsdagin 16. apríl, kl. 15 -17, har møguleiki verður fyri at heilsa uppá listamannin.Høvi verður annars at uppliva framsýningina allar gerandisdagar fram til 30. apríl millum 11.30 – 16.00.

Listaverkini sum Joel sýnir fram, eru standmyndir, innbúgv, skálir og hangandi list úr viði. Meginparturin av tilfarinum, sum hann arbeiðir við, er viður úr Minnesota í USA. Talan er um eini fjøruti ymisk sløg av viði, og nógv tann størsti parturin er púra ókendur í Føroyum. Eitt sindur av lívrunnum tilfari hevur hann funnið í Føroyum, og eisini nakað av rekaviði.

Um nýggjastu verkini, sigur hann m.a. soleiðis á blogginum hjá Birgiri Kruse: birkblog.blogspot.dk:

“Vit liva í fýrakantaðum kassum. Vit hyggja út úr hesum kassum gjøgnum fýrakantað hol. Vit arbeiða í fýrakantaðum bygningum. Vit eru umgyrd av beinum strikum, vinklum og fýrakantum. Og tá vit lýsa okkara tilveru í myndum, gera vit tað við at taka bíløt, sum eru sett saman av túsundtals smáum puntum, sum allir eru í litum. Mín spurningur er hesin: Um tær myndir vit dagliga hyggja eftir, eru gjørdar úr smáum litaðum puntum, hvat er tað so í veruleikanum, vit hyggja at?”

Øll eru hjartaliga vælkomin til at uppliva spennandi framsýningina.