Monday, April 22, 2013

Rustaður morgun




Tað gráliga følvið er vovið um
brimgarðin og goymsluhúsini.

Teir gulu veggirnir við rustaðum
rípum frá skrædnaðum blikktekjum.

Tey svørtu sporini enda í tí báa
glerinum sum veksur upp úr tí illreyða
píkatráðnum.

Einglabarnið hevur skrivað fuck you
á tað samansjunkaðað portrið. Einaferð
var her lystiligt. So hvurvu andlitini

Teir lærdu granska søguna. Teir eru
ósamdir um hvussu slóðin skal tolkast.

Tað sigst at politiið stendur á berum.
Ongi orð eru í málinum. Alt er rustað fast

Mynd: Silja Strøm
Yrking: Rói Patursson.
Yrkingin stendur á síðu 74 í Brá nr. 13/14 8.árg.1989