EIN
KETTLINGUR
Vansin er hesin,
og málið er hetta:
Ein kettlingur verður
aloftast ein ketta.
Ja, hetta er málið,
og hesin er vansin;
men eg haldi kortini,
eg taki kjansin.
Tí einki í verðini
er sum ein vansi,
sum murrandi melur
um málið við ansi,
og letur teg vita,
at málið er hetta:
Tín samverufriður
og tú og tín ketta.
Mynd: Arnold Vegghamar
(KP)