Góði Hanus Samró
Eg eri ikki
fullgreið yvir, hvussu leingi eg í grundini havi sitið og lurtað eftir
listakjakinum í tinginum í dag, tí tíðin loypir eitt sindur saman, og eg fái
eitt sindur ilt í høvdið hvørja einastu ferð, mentan er á skránni í tinginum.
Men orsøkin til,
at eg skrivi til tín er, at tú eftir øllum at døma er tann einasti í
samgonguni, sum hevur eina meining um mentanarpolitikk, og tað vil eg fegin rósa
tær fyri. Eg vil eisini fegin rósa tær fyri, at tú fleiri ferðir í dag (og tú
ert als ikki tann einasti, ið endurtekur teg sjálvan) segði, at vit mugu hava
ein yvirskipaðan mentanarpolitikk í staðin fyri eina rúgva av smáum uppskotum,
sum kunnu tykjast tilvildarlig. Eg eri fullkomiliga samd við teg í hesum, tað
nyttar allíkavæl einki við hesum smáu lappaloysnunum, sum tú og tínir
samgongufelagar jú eisini allíkavæl atkvøða ímóti.
Tað, sum eg so
bara ikki heilt skilji, er hví tit so ikki gjøgnumføra ein yvirskipaðan
mentanarpolitikk. Tit kunnu jú gjøgnumføra alt sum tit vilja, tað hava tit sýnt
í verki og har er eingin verðins grund til, at tú skalt standa á tingsins
røðarapalli og hyggja spyrjandi at limum í Tjóðveldi fyri at fáa ein
yvirskipaðan mentanarpolitikk. Tú kanst bara sjálvur gera hann. Men áðrenn tú
fert í gongd við hetta arbeiðið, sum tú hevur mín fulla stuðul til, haldi eg,
at okkurt má setast upp á pláss.
Tú tosar um, at
eksperimenterandi list er týdningarmikil og nevnir m.a. tær royndirnar, sum
ganga fyri seg í umhvørvinum kring Sirkus. Samd aftur, eg haldi, at tann
eksperimenterandi listin er ein umráðandi dynamo fyri listina og fyri alt
samfelagið. Men her er so eitt logiskt knekk, tá tú heldur uppá, at listin skal
vera treytað av útboði og eftirspurningi, at listin skal vera ein vøra, sum
kann seljast, at øll listafólk skulu kunna hugsa um profitt - hvussu fær listin
tá verið eksperimenterandi? Hvussu skal hon kunna bróta vanligar ímyndir og
bjóða okkum av, um hon innrættar seg eftir einari simplari kapitalistiskari
skipan? Tað er ikki ordiliga eitt politiskt sjónarmið, men meiri at kalla møsn.
Tú tosar eisini nógv um eina hugburðsbroyting, at vit skulu broyta okkara fatan av listini, eisini her eri eg samd við teg. Men ein hugburðsbroyting hevði tað verið, at tú ikki fataði listafólk sum nøkur, ið áhaldandi ganga við trantinum niðri í landskassanum, men í staðin fataði tey sum ómissandi lið í varðveitslu og framfýsni hjá okkara samfelag. Ein hugburðsbroyting hevði tað verið, at tú í staðin fyri at leggja alt listaøkið undir illgitingar í angist um, at tey fáa løn fyri teirra arbeiði júst sum tú sjálvur, gjørdi upp við ímyndina um, at listin er marglæti fyri tey fáu og ikki noyðsla hjá teimum mongu. Tú veitst líka væl sum eg, at tað eru sera fáar krónur, sum verða brúktar upp á mentanina, og eg eri vís í, at vit bæði ynskja, at peningurin skal brúkast so konstruktivt sum til ber. So skunda tær í gongd við arbeiðið, fá stýr upp á logikkin, kom í gongd við hasa hugburðsbroytingina og skapa ein yvirskipaðan mentanarpolitikk. Tað er neyðugt og tað hevur skund.
Vinarliga Inger Smærup Sørensen