Teaterforeningen
HiLS DiN MOR
Sjónleikabólkurin
HiLS DiN MOR frá Keypmannahavn hevur eina ókeypis almenna eyka sýning í Havn.
Sjónleikabólkurin
Hils DiN MOR hevur seinastu dagarnar havt ókeypis skúlasýningar í Tórshavn, har tey hava framført leik teirra "Hate
Crime - ein kærleikssøga". Leikurin hevur verið framførdur fyri
innbodnum næmingum á miðnámsskúlum. Leikhúsvitjanin er komin í lag við hjálp
frá Tjóðpall Føroya og Havnar Sjónleikarfelag letur hølir til sýningarnar.
Tað hevur verið
stórur áhugi fyri leikinum, og tí er avgerð tikin um at hava eina
almenna sýning, har øll eru vælkomin.
Hendan sýningin
verður í Sjónleikarhúsinum í Havn
fríggjadagin 26. apríl 2013 - kl. 17.00.
Tað er ókeypis
atgongd og atgongumerkini fáast í Sjónleikarhúsinum 1 tíma undan sýning. Legg
til merkis, at atgongumerki kunnu ikki bíleggjast, men tey, ið koma fyrst fáa
atgongumerki.
Børn undir 12 ár
sleppa ikki til sýningina.
Um leikin
Teir báðir
tannáringarnir Joe og Benjamin ganga í 9.flokki. Beint áðrenn summarfrítíðina
kemur Joe út úr skápinum sum samkyndur.
Fyrsta skúladag eftir
summarfrítíðina stendur JOE ER BØSSI skrivað í skúlagarðinum. Dagin eftir
stendur JOE ER EITT BØSSASVÍN. Hvør ger tað og hví? Og hvør er tað, ið alla
tíðina smsar til Benjamin.
Joe og Benjamin eru
vinmenn. Og kanska eru teir meira enn tað. Men hatta við at verða forelskaður
og at elska er eitt sindur løgið, man fær næstan fepur, tá ið tað ikki ber til,
at elska Pylle frá biologini, og at fáa bilskúr, runnagirðing og Weber-grill í
garðinum.
Alt gongur av
hundunum til. Tí vágar Benjamin at yvirgeva seg? At elska? Tí tað er so nógv
lættari at hata tann tú elskar, um tú stúrir fyri at verða útihýstur.
"Hate crime -
ein kærleikssøga" hevur fingið sera góða móttøku. Seint á sumri 2012 var
leikurin framførdur á skúlum í Danmark sum liður í eini ókeypis sjónleikaferð,
skipað av leikhópinum HiLS DiN MOR. Í juni í ár skal leikurin á ferð til Nuuk í
Grønlandi og síðan enn einaferð ymsastaðni í Danmark á heystið 2013.
Hate crime - ein
kærleikssøga" viðger fleiri viðkvom evni, ið eru millum næmingar í
framhaldsdeildum, sum t.d. happing, bólkatrýst, eltibløðrur og tann fyrsta
kærleikan.
Hate crime - ein
kærleikssøga:
Dramatikari: Tomas
Lagermand Lundme
Leikstjóri: Mette
Føns
Leikarar: René
Benjamin Hansen og Johannes Lilleøre
Koreograf: Bo Madvig
Myndir: Karoline
Lieberkind
Stuðlað sýningina
hava: Statens Kunstråds Scenekunstudvalg. Bikubefonden, BUPL, Danmarks Nationalbanks
Jubilæumsfond,
OAK Foundation
Denmark, Østifterne og Roskilde Kommuna.
Vinarliga
Teaterforeningen
HiLS DiN MOR
Pressusamband: Jesper
Frølund Hansen -email info@hilsdinmor.dk.
Tlf: +45 26 46 60
07
Myndir frá sýningini
kunnu takast niður í høgari upploysn á:
http://www.hilsdinmor.dk/pressemateriale