Sunday, April 14, 2013

Myrkursins Børn


Politiska listin hevur verið á breddanum í seinastuni. Føroyamálsdeildin á Fróðskaparsetrinum hevur havt temakvøld um evnið og aftaná hava fleiri greinir verið um evnið og lívligt kjak. Men kjakið er torført, tí tað finst politisk list, sum gloymir at vera list og tað finst politiskar pallsetingar, sum eru so mikið absurdar, at mørkini millum list og politikk gerast flótandi.
Men óansæð hvussu tað er við politisku listini, so speglast veruleikin ofta í listini fyri tíðina, í yrkingum, tónleiki, myndlist og ikki minst í sjónleiki. Ikki bert politiski veruleikin, eisini hann, men meira enn hann. Øll aspekt av veruleikanum verða tulkað, viðgjørd, avskeplað og søgd í samtíðarlistini – uttan at tað beinleiðis verður presenterað sum politisk list - og tað verður eisini gjørt í leikinum hjá Súsonnu Tórgarð ”Myrkursins børn”, sum hevði premieru á Tjóðpalli Føroya í gjár. Okkurt kundi týtt uppá, at veruleikin, sum annars helt uppat við at eksistera innan listina í postmodernismuni, er komin aftur.

Leikurin setur filosofiska spurningin hvussu veruleikin og sannleikin eru í mun til hvønn annan. Og tað á so mangan hátt ein sera áhugaverdur spurningur, ikki bert í mun til ta søguna, sum verður søgd í leikinum (sum er ein spennandi krimigáta, sum eg ikki fari at avdúka, tí hana má áskoðarin sjálvur sleppa at síggja), men eisini í mun til listina sjálva. Eg skal nokk lata vera við at fara aftur til Platon ella at royna at gera meg klókan uppá Hegel, men lutfallið millum listina og "sannleikan" og "veruleikan" er sjálvandi eitt æviga áhugavert evni, og tað er gott at síggja, at listin viðger tað.

Tíbetur kemur Súsanna Tórgarð ikki við nøkrum avgjørdum svarum uppá hesar stóru spurningarnar, men leikurin leggur seg, haldi eg, upp at sosialkonstruktivistiskum hugsunarhátti, har menniskjað er formað av samfelagsligum og mentanarligum umstøðum, har einki er objektivt satt og har veruleikin einans er atkomandi gjøgnum sosialt samskifti og gerð. Okkara máti at tosa og agera hevur sambært hesi fatanini altíð sosialar avleiðingar, men í leikinum hjá Súsonnu Tórgarð er tað eisini fráveran av talu og gerð, sum er evnið. Gerðir, sum ikki verða framdar, ymist sum ikki verður sagt og her eru vit so aftur í veruleikanum og kanska eisini næstan við politisku listina. Tí tøgnin er eitt evni, sum kemur undan kavi í føroyskari list aftur og aftur fyri tíðina; ”So skal eg tiga” eitur eitt steinprent hjá Tóroddi Poulsen, og ikki bert hann, men eisini listafólk sum Kristina Sundar Hansen, Carl Jóhan Jensen og flleiri onnur hava latið tøgnina fáa pláss í teirra list – tað má merkja okkurt.

Vár í Ólavsstovu ummælir leikin í nýggja mentanarblaðnum, sum fylgir við Dimmalætting fríggjadagin.

Myrkursins børn. Tjóðpallur Føroya. Súsanna Tórgarð hevur skrivað handritið, og hon leikstjórnar sjálv. Afturat sær hevur hon íslendsku Guðrun Øyahals sum tekur sær av pallmynd og búnum. Ljósdesignari er Árni Baldvinsson og ljóðdesignari Jón McBirnie. Tónleikinum stendur Leivur Thomsen fyri. Leikarar eru Beinta Clothier, Ria Tórgarð, Erling Eysturoy, Hans Tórgarð og Hjálmar Dam.

(IS)