Saturday, April 13, 2013

Fjalir - móttøka

Í gjár var nýggja bókin hjá Tóroddi Poulsen løgd fram í Norðurlandahúsinum. Komin vóru umleið 40 fólk at lurta eftir forleggjaranum, prentaranum, undirritaðu, og yrkjaranum ikki minst, sum las upp yrkingar úr Fjalum. Hjá teimum, sum tað ikki lá fyri at koma í Norðurlandahúsið í gjár, býðst høvið at hitta Tórodd Poulsen og fáa eitt signerað eintak av bókini í Steinprenti í dag frá klokkan tvey til fýra. 



Oddfríður, Tóroddur og Birgir lurta



John Dalsgarð, forleggjarin greiðir frá samstarvinum við Tórodd Poulsen, Fjalir er tann fyrsta av hansara bókum, sum hevur harða permu


Jan Andersson greiðir frá umfatandi og góða listarliga samstarvinum millum Steinprent og Tórodd Poulsen

Tóroddur Poulsen á verkstaðnum



Bókin er stor og flott


Og eg las eitt lítið brot burtur úr hugleiðing í bókini

Og so fór Tóroddur sjálvur at lesa burtur úr vøkru bókini

Eitt av træprentunum í bókini

Tóroddur Poulsen lesur upp, aftan fyri eru træprent, sum eru í bókini



Allastaðni

vegurin til
ongastaðni
er altíð opin
og krevur ikki 
bil ella súkklu
bara góð bein
sum trúgva
at tínir skógvar
ongastaðni
fara 
og at
ongastaðni
er eitt mál
sum øll tosa
og røkka


(Fjalir)



(KP)