Thursday, April 11, 2013

Myrkursins Børn - spildurnýggjur leikur á Tjóðpallinum



Enn ein heimspremiera á Tjóðpalli Føroya

MYRKURSINS BØRN

Nýskrivaður føroyskur leikur hevur frumframførsla á Tjóðpallinum 13. Apríl. Hóast so stutt er liðið av 2013, so er hetta triði upprunaføroyski sjónleikurin í ár.

Á einum niðurløgdum kirkjugarði royna fimm fólk at yvirliva í øllum myrkrinum, tey sum bara ikki orka veruleikan og samfelagsskipanirnar. Hetta eru alt fólk sum kundu havt, ella hava havt, týdning í samfelagnum, men bara ikki funnu sítt rætta pláss. Tey vita nógv um sannleikan – men duga illa at handfara veruleikan.
Tá ein maður verður funnin deyður á kirkjugarðinum ein morgun koma ræðulig loyndarmál undan kavi.
Siðamisbrot, barnamisnýtsla og fylgjurnar av at alt verður tagt burtur eru høvuðsevni í nýggja leikinum. Ógvusligu avleiðingarnar av, at vit ikki tora ella megna at taka ábyrgd, men heldur royna at krógva og skava útyvir veruleikan, verða drignar fram í ljósið.

Tað er Súsanna Tórgarð sum hevur skrivað handritið, og hon leikstjórnar sjálv. Afturat sær hevur hon íslendsku Guðrun Øyahals sum tekur sær av pallmynd og búnum. Ljósdesignari er Árni Baldvinsson og ljóðdesignari Jón McBirnie. Tónleikinum stendur Leivur Thomsen fyri.  Leikarar eru Beinta Clothier, Ria Tórgarð, Erling Eysturoy, Hans Tórgarð og Hjálmar Dam.








Myndir: Finnur Justinussen