Tuesday, April 30, 2013

Prosavika 2 - Tóroddur Poulsen


Vit hava ofta yrkingar og yrkingaummæli á listablogginum og onkursvegna verður skaldskapurin á óbundnum máli við sviðið soð. Hetta botnar sjálvandi eisini í, at skaldsøguútgávurnar eru færri í tali enn yrkingarsøvnini, men hesa vikuna gera vit eitt sindur burtur úr prosaskaldskapi og fara hvønn dag í vikuni at leggja prosabrot á bloggin. 

Í dag eru vit komin til Tórodd Poulsen, ið helst er meira kendur sum sera produktivur og framúr dugnaligur lyrikari og myndlistamaður. Men hann hevur eisini skrivað prosa. Hansara bøkur "Reglur", "Sót og Søgn" eru dømi um framúrskarandi prosabøkur, sum eru púra øðrvísi enn tað, vit annars hava av føroyskari pros og so bókin "Útvølir" frá 2008, sum í støðum tykist realistisk, meðan hon er meira surrealistisk til tíðir.  Bókin er ómetaliga stuttlig, hon er vígd teimum, sum einki skilja og hon er tessvegna full av tí maskuspæli, sum er eyðkent fyri høvundan.  Her eru tvey brot úr Útvølum:

Og nú hoyrast operatónar. Opera. Ja. Tað eru nú nøkur ár síðani. Eini átta níggju. Gekk mær eftir Eystaru Farimagsgøtu. Var eitt lítið sindur tystur og helt at eg skuldi fara inn á Kruts Karport og drekka mær eina lítla øl og samstundis skoða tað stóra vakra whiskyúrvalið í barrini. Tá eg havi sett meg við eitt borð har vísti tað seg at við borðið við síðuna av sat ein førur íslendingur og ein føroyingur. Visti væl, hvør landsmaðurin var, ein syngjandi klaksvíkingur. Vit koma í prát. Teir eru bæði blíðir og týðir og umgangarnir ganga títtir runt. Íslendingurin vil fegin vísa mær, hvussu mann spælir back-gammon, hann reypar sær av at hann er gamal íslandsmeistari í tí spælinum. Hann fortelur eini at beiggi hansara hevur vunnið íslendska melodi grand prixið og er homosexuellur, hvat tað so hevur við møguligu sanggávurnar at gera. Veit ikki um eg fann út av spælinum. Helst ikki. Dugi bara at spæla ludo og haldi meg kenna mannagongdina í talvi. Tað einasta kortspæl eg dugi at pæla er svartaper og sum eg eisini altíð fái.

Teir báðir, jauarin og klaksvíkingurin høvdu verið til upptøkuroynd á tí Kongaligu Operuni, fá eg at vita, og at teir báðir skuldu synga ariur ella okkurt sóvritt úr Tosca. Teir vóru báðir eitt sindur ivingarsamir um teir høvdu staðið royndina, men lagið tóktist at vera gott. Jauarin bjóðaði yvir til ein lítlan í eini íbúð hann hevði lænt frá einum landsmanni og sum lá eini tvey húsanummur frá barrini.

Hetta var ein heldur øðrvísi íbúð, tað má eg siga. Allastaðni vóru málað ymisk okkult tekn, uppi undir loftinum pentagrammir. Inni í stovuni, har vit sótu, vóru nakrar fáar bøkur á eini hill og tær vóru allar eftir bretska okkultistin Aleister Crowley. Eg kendi meg heldur ótryggan. Og løgnan. At vera í eini statanistiskari íslendskari íbúð í Kjøpinhavn saman við tveimum møguliga komandi kongaligum operasangarum. Tvær stórar fløskur av vodka vóru settar á borðið. Vit skálaðu og drukku, men mest var kjakast um Tosca millum tær báðar sangkempurnar. Hvussu tann og tann arian skuldi syngast. Hvussu djúpt niður í búkin teir skuldu fara og finna tónan.. Teir fóru upp á gólvið og sungu alt tað teir vóru mentir. A hahaha a ha ha ha. Upp og niður og yvir eftir. So reisti hin seg og segði nei soleiðis skalt tú synga. Ha a haha a ha ha a ha ha og í den dur ella moll. Eg minnist sjálvandi ikki tekstin, men tað lóðaði sum um teir dugdu hann. Eg sat mest og hugsaði um toskar og um satanismuna, sum gjørdu meg líka so ótryggan sum til dømis kristindómur og islam. Forteknini vóru bara vend um.

Eg slapp mær avstað áðrenn eg bleiv alt ov fullur og kanska eisini forførdur av djevlinum. Pissaði inni á tí lítla vesinum áðrenn eg fór. Har inni, undir loftinum, var gud hjálpi mær eisini eitt pentagram málað, og okkurt okkult skriftstað á vegginum. Og á gólvinum við síðuna av kummuni lógu einar skitnar ljósabrúnar undirbuksur. Íslendskir satanistar ganga í ljósabrúnum undirbuksum, hugsaði eg og tað havi eg hugsað síðani, tá satanisma ella jauarar eru á lofti.

Úthurðin í neðra var úr stáli og var ikki løtt at fáa upp og nøkur sekund kom bæði ræðsla og fjáltur á meg og eg helt meg vera fangaðan í djevulsins íslandklaksvíksku operaholu.

Men út á gøtuna kom eg og har hoyrdust Toscatónar út gøgnum vindeygað við tveimum ymiskum kappinarhugaðum røddumum, sum skiftust at synga upp og niður og yvir eftir og niður og upp. Kanska soleiðis sum toskar eiga at syngja Toska.

Um teir báðir stóðu royndina og nú synga á Kongaligu Operuni tað ivist eg í ella um Aleister Crowley hevur 
fingið fastatøkur á teimum, tað veit eg ikki.

(s.39-49 í Útvølir)


***

Enn hoyrist opera musikkur uttanífrá. Hesin snobbana tónleikur. Inni á Høvuðsbanagarðinum til dømis brúka teir henda torturfremjandi tónleik fyri at halda heimleys, narkomanar og drykkufólk burturi frá inngongdini við Istedgøtu. Ikki kann sigast annað enn at maktin brúkar meiri og meiri raffineraðar mátar at styggja ólukkudýrini frá sær..

(s. 44 Útvølir)






(KP)