Friday, April 26, 2013

Zacharias Heinesen IKON - Fernisering


Í dag læt framsýningin Zacharias Heinesen - Ikon upp í Gallarí Stephanssonshúsi. Ein framsýning, sum skúmar av listarligum yvirskoti við klassiskum verkum eftir sjálvan grundleggjaran av tí føroysku myndini, men sum eisini framsýnir myndir, ið sprongja figurativ mørk og prógva hvussu leikandi og lætt hesin listamaður hugsar eisini á ellisárum. Men tað sæst hvørki á listamanninum ei heldur á verkum hansara, at árini gerast fleiri og at hann í juni fyllir 77 ár. Hann er sera generøsur listamaður og hevur altíð havt eitt serligt pláss fyri ungu listafólkunum og tessvegna riggaði tað sera væl, at tað var Hansina Iversen, sum helt ta góðu upplatingarrøðuna í dag. Røðan kemur á listabloggin í morgin. Framsýningin er væl kuraterað og disponerað og hongur væl í ljósu framsýningarhølunum í Stephanssonshúsi. Opið er hvønn dag millum kl. 16.30 og 18.30 til sunnudagin 12.mai.


Ein vøkur mynd

Reytt, blátt, gult, grønt, orange, violet, eitt ordans litbrak

Hansina heldur røðu



Ein klassisk føroysk ikon

Kurator Inger, Sylvia, Zacharis o.o. lurta eftir røðuni hjá Hansinu

Ein blá og gul kompositión


Hansina og Torbjørn

Framsýningargestir

Ein fantastisk mynd

Brot úr myndini omanfyri








(KP)