Við hesi herligu bomm-íspinna-hest-brøyt-og-bóka-installatiónini hjá Tóroddi Poulsen ynskja vit øllum ein gleðiligan flaggdag. Tað er enn sum áður Havnar Hornorkestur, ið skipar fyri flaggdagshaldinum í Havn í dag. Haldið byrjar klokkan 15, tá Hornorkestrið saman við skótunum marsjerar úr kommunuskúlagarðinum og oman á Vaglið, har Heini Davidsen heldur flaggdagsrøðuna. Tað er ikki ólavsøka, men kanska spælir Havnar Horn hendan: