Hon hevur sett Bjørn Kalsø hendan fyrispurningin:
Fyrispurningur um niðurskurð í lærugreinini føroyskt skrivligt í
løgtingslóglóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar, settur Bjørn Kalsø,
landstýrismanni, (at svara skrivliga eftir TS §52a)
1. Hvør er orsøkin til og tankin aftanfyri at skerja málsligu krøvini til allar næmingar sum heild í nýggju miðnámsskúlaskipanini?
Viðmerkingar
Nýggja miðnámsskúlaskipanin er skerd nógv á málsliga økinum soleiðis, at einastu krøvini um at læra fremmandamál umframt enskt eru á komandi hugbreyt, har næmingarnir skulu lesa 2 mál (velja millum danskt, franskt, spanskt ella týskt) umframt føroyskt og enskt, og á fyrireikingarbreytini, har næmingar skulu lesa 1 mál umframt føroyskt og enskt (velja millum somu mál sum á hugbreytini). Talið á hesum næmingum í samlaðu miðnámsskúlaskipanini samsvarar javnan við umleið 30%. So staðfestast kann, at eftir loknan fólkaskúla kann væntast, at 70% av føroyskum skúlaungdómi ikki fer at lesa annað enn móðurmálið – føroyskt – og so enskt, hóast løgtingslóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar §1, stk. 5 sigur: ”Næmingurin skal læra at virða og røkja sína egnu mentan, eins og hann skal læra, at aðrar mentanir og onnur samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.” Um somu tíð sum danskt sum kravd lærugrein er strikað, og danskt er vorðið vallærugrein, er eisini skrivligi parturin í enskum skerdur. Hetta er fyri ein stóran part av næmingunum ein stór skerjing í málsliga skúlaarbeiðinum, og harvið sjálvandi eisini í førleikunum.
Í námsætlanini, sum er skrivað til lærugreinina føroyskt í nýggju miðnámsskipanini, stendur m.a.: Undirvísingin í føroyskum hevur til endamáls, at næmingurin: mennir sínar lesi- og skriviførleikar umframt síni samskiftisevni, ognar sær vitan um føroyskar bókmentir, umframt innlit í norðurlendskar og alheims bókmentir, skapar sær eina heildarfatan av føroyskum máli og málrøkt, bæði í samtíðini og í søguligum høpi, verður tilvitin um málið sum samskiftisamboð og samskiftismiðil, verður tilvitin um málsligt fjølbroytni og stíllegur, o.s.fr. Líkt er til, at Mentamálaráðið/Fíggjarmálaráðið í nýggju miðnámsskúlaskipanini vil hava lærarans arbeiði at rætta og vegleiða skert til hálvan klokkutíma fyri hvønn stíl. Tað samsvarar við tað, sum verður brúkt til at rætta próvtøkustílar. Men tá skal bert eitt próvtal ásetast – einki skal rættast, og næmingurin skal ikki fáa stílin aftur við viðmerkingum og góðum ráðum.
Sambært § 60 í nýggju undirvísingarkunngerðini skal næmingurin ”javnan hava at vita, hvør fakliga støðan er, og hann skal somuleiðis hava eina nágreiniliga lýsing av veikleikum og dygdum í hansara skrivligu avrikum”. § 65 í somu kunngerð ásetir, at ”Skrivligar venjingar í lærugreinum, sum hava fingið tillutaða næmingatíð, skulu verða eftirmettar, og fleiri eftirmetingarhættir skulu verða nýttir, har ímillum
Hesar orðingar benda á, at Mentamálaráðið hevur ætlað, at lærarin skal gera eitt seriøst arbeiði at vegleiða næmingarnar og hjálpa teimum at menna skrivliga førleikan – sum neyðugt er, um næmingurin skal læra av tí, ið hann skrivar. Men tá ætlanin samstundis er at skerja arbeiðstíðina, ið lærarin skal leggja í henda part, niður í helvt, er ilt at síggja, at hetta er annað enn føgur – men innantóm – orð! Skal fakligi førleikin í føroyskum varðveitast – og vónandi styrkjast – má lærarans lutur í hesum arbeiði takast í størsta álvara. Tað krevur, at hann fær tíð at geva hvørjum næmingi sær fakliga vegleiðing og góð ráð.
Tíverri er líkt til, at henda skerjing í arbeiðstíð lærarans at rætta og vegleiða næmingin, er rættiliga stór í flestu lærugreinum – og tað fer sjálvsagt at merkjast á fakliga støðinum so ella so. Royndir í Danmark eru, at lærarar sjálvir skerja talið av ritgerðum, ið næmingarnir skulu lata inn, so tær samsvara við ta arbeiðstíð, lærarin fær til at rætta og vegleiða. Verður tað veruleikin, verður talan um eina MUNANDI skerjing í skrivliga arbeiðinum – ikki minst í skrivligum føroyskum – ein førleiki, sum frammanundan er ein stór avbjóðing fyri føroyskan skúlaungdóm, sum m.a. Landsroyndirnar í Fólkaskúlanum vísa!
Á Løgtingi, 24. apríl 2013
Hanna Jensen

2. Er tað rætt, at ætlanin er, at lærugreinin føroyskt skal styrkjast í
nýggju miðnámsskúlaskipanini, nú danskt er vorðið vallærugrein?
3. Hvør er orsøkin til at niðurraðfesta rætting og vegleiðing í mun til
skrivliga partin av lærugreinini føroyskt á miðnámi?
4. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at føroyskir
miðnámsskúlanæmingar uppfylla krøvini í nýggju undirvísingarkunngerðini §§
52-56 og í Námsætlan fyri føroyskt, tá skerjingarnar í eftirmetingini av tí
skrivliga arbeiðinum í lærugreinini føroyskt eru so stórar í mun til verandi
skipan – serliga í Studentaskúlaskipanini?
5. Metir landsstýrismaðurin, at dygdin í tí vegleiðing, lærarin gevur
næminginum í sambandi við skrivlig avrik, verður tann sama hóast munandi
skerjing í tí arbeiðstíð, lærarin fær til at rætta og vegleiða næmingin. Hvussu
ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at fakliga støðið verður varðveitt?
6. Er ætlanin at endurskoða námsætlanina fyri føroyskt fyri at flyta
neyðugar partar, sum lærugreinin danskt hevur røkt higartil, inn í lærugreinina
føroyskt?
7. Er ætlanin at geva móðurmálslærugreinini føroyskt meiri
“undirvísingartíð” fyri at røkja fakøkini, sum aðrar mál- og
bókmentalærugreinir hava lyft í felag við føroyskt eftir verandi skipan?
Viðmerkingar
Nýggja miðnámsskúlaskipanin er skerd nógv á málsliga økinum soleiðis, at einastu krøvini um at læra fremmandamál umframt enskt eru á komandi hugbreyt, har næmingarnir skulu lesa 2 mál (velja millum danskt, franskt, spanskt ella týskt) umframt føroyskt og enskt, og á fyrireikingarbreytini, har næmingar skulu lesa 1 mál umframt føroyskt og enskt (velja millum somu mál sum á hugbreytini). Talið á hesum næmingum í samlaðu miðnámsskúlaskipanini samsvarar javnan við umleið 30%. So staðfestast kann, at eftir loknan fólkaskúla kann væntast, at 70% av føroyskum skúlaungdómi ikki fer at lesa annað enn móðurmálið – føroyskt – og so enskt, hóast løgtingslóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar §1, stk. 5 sigur: ”Næmingurin skal læra at virða og røkja sína egnu mentan, eins og hann skal læra, at aðrar mentanir og onnur samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.” Um somu tíð sum danskt sum kravd lærugrein er strikað, og danskt er vorðið vallærugrein, er eisini skrivligi parturin í enskum skerdur. Hetta er fyri ein stóran part av næmingunum ein stór skerjing í málsliga skúlaarbeiðinum, og harvið sjálvandi eisini í førleikunum.
Havandi í huga, at ymsu málini styðja hvørt annað, verða næmingar
munandi verri fyri málsliga í nýggju skipanini – eisini í føroyskum, um
útbúgvingin ikki leggur upp fyri at styrkja føroyskt – sum lovað varð.
Nýggja miðnámsskúlaskipanin gevur eisini næmingum munandi minni venjing
í at skriva, at føra síni sjónarmið fram á skrift, og at læra at orða seg og
stava væl, enn eftir verandi skipan. Í donskum og føroyskum hava næmingar í
t.d. verandi Studentaskúlaskipanini skrivað stílar og ritgerðir, sum í vavi
samsvara við 37 stílar í trý ár (21 í føroyskum og 16 í donskum) umframt fleiri
styttri uppgávur í føroyskum. Danskt er nú burtur sum kravd lærugrein,
skrivligi tátturin í enskum er skerdur, og eftir er føroyskt, sum meira at siga
einsamalt skal lyfta byrðuna at læra næmingar at skriva væl og rætt. Tað
skortar tó ikki upp á uppreksan av førleikum, sum næmingurin innan skrivliga
arbeiðið skal ogna sær eftir §§ 52-56 í nýggju undirvísingarkunngerðini.
Í føroyskum er nøgdin av skrivligum avrikum nøkulunda tann sama í
nýggju skipanini – tó ikki økt til at viga upp móti skerjingum í hinum málsligu
lærugreinunum. Heldur ikki er námsætlanin fyri føroyskt endurskoðað eftir, at
avgerð fall um, at danskt skal vera vallærugrein. Tað, sum tykist rættiliga
margháttligt í hesum sambandi, er, at Mentamálaráðið eftir øllum at døma ætlar,
at lærarin skal nýta munandi styttri tíð at rætta skrivligu avrikini og geva
næminginum fakliga vegleiðing í føroyskum. Í verandi skipan fær lærarin fyri
umleið ein arbeiðstíma fyri at rætta ein stíl og geva fakligar viðmerkingar til
hvønn næming sær. Hetta samsvarar eisini rættiliga væl við ta tíð, tað tekur at
lesa, rætta og skriva viðmerkingar og góð ráð til hvønn næming sær. Rætt hevði
verið at flutt meira tíð til at rætta skrivligar uppgávur og meiri
undirvísingartíð til føroyskt (útbúgvingartíð eftir §14), fyri at flyta partar
av frálæruni, sum hevur ligið í donskum inn í føroyskt (m.a. evropeisk
mentanar-og bókmentasøga).
Í námsætlanini, sum er skrivað til lærugreinina føroyskt í nýggju miðnámsskipanini, stendur m.a.: Undirvísingin í føroyskum hevur til endamáls, at næmingurin: mennir sínar lesi- og skriviførleikar umframt síni samskiftisevni, ognar sær vitan um føroyskar bókmentir, umframt innlit í norðurlendskar og alheims bókmentir, skapar sær eina heildarfatan av føroyskum máli og málrøkt, bæði í samtíðini og í søguligum høpi, verður tilvitin um málið sum samskiftisamboð og samskiftismiðil, verður tilvitin um málsligt fjølbroytni og stíllegur, o.s.fr. Líkt er til, at Mentamálaráðið/Fíggjarmálaráðið í nýggju miðnámsskúlaskipanini vil hava lærarans arbeiði at rætta og vegleiða skert til hálvan klokkutíma fyri hvønn stíl. Tað samsvarar við tað, sum verður brúkt til at rætta próvtøkustílar. Men tá skal bert eitt próvtal ásetast – einki skal rættast, og næmingurin skal ikki fáa stílin aftur við viðmerkingum og góðum ráðum.
Sambært § 60 í nýggju undirvísingarkunngerðini skal næmingurin ”javnan hava at vita, hvør fakliga støðan er, og hann skal somuleiðis hava eina nágreiniliga lýsing av veikleikum og dygdum í hansara skrivligu avrikum”. § 65 í somu kunngerð ásetir, at ”Skrivligar venjingar í lærugreinum, sum hava fingið tillutaða næmingatíð, skulu verða eftirmettar, og fleiri eftirmetingarhættir skulu verða nýttir, har ímillum
·
rætta skrivlig svør, sum
einstaklingar hava latið inn…
·
rætta og viðmerkja
einstaklingsavrik og bólkaarvrik
·
gera viðmerkingar til
lutvíst liðug avrik…
·
samrøða við einstaklingar
og næmingabólkar
·
samanrenning av omanfyri
nevndu