Tíðindaskriv: Nú er tann stórhending, at fyrsta hefti av tíðarritinum
Varðanum við nýggjari manning er komið út og fæst í landsins bókabúðum fyri
95,- krónur.
Varðin hevur nú í nøkur ár verið eitt ársrit, men er nú
blivið eitt veruligt tíðarrit, sum kemur út fýra ferðir um árið. Hetta er gjørt
fyri at kunna ajourføra innihaldið í hvørjum hefti, tí vit á Varðanum eru nú
farin at fylgja við í tí, sum fyriferst á mentanarpalli samfelagsins.
Í hesum fyrsta hefti av fýra í 2013 er skaldsligt tilfar eftir
teir skrivandi og yrkjandi føroyingar, sum fyri tíðina trilva seg fram í
skaldskapsins junglu, umframt meiri sobert prosa, viðmerkingar og áskoðanir frá
okkum, ið langt síðani hava slitið okkara poetisku barnaskógvar. Og blaðstjórin hevur
sjálvur tikið permumyndina.
Eisini hava vit nakrar føroyskar umsetingar av nýggjum
yrkingum, summar komu út í fjør og hinar eru ikki komnar út enn, og til endans
hava vit leistin, sum vit fara at halda okkum til framyvir, og okkara miklu
stórverksdreymar.
Hetta er sanniliga ikki ein Varði, sum
hevur verið at sæð seinastu 70 árini. Øllum verður viðmælt at keypa hann. Ella
enn betur: at gerast haldari. Hetta kostar bert 200 kr árliga. Skriva navn og
adressu til: vardin@mail.fo, so verður tú addaður.
Men tímir tú ikki at keypa ella halda Varðan, so verður altíð
onkur annar sum tímir - tí føroysk mentan fevnir sólina, og vit fylgja við!