Thursday, April 18, 2013

Inger Christensen á føroyskum


ALFABET
(brot)


eg skrivi sum vindurin
ið skrivar við sáttligu skriftini
hjá skýggjunum

ella skundisliga eftir luftini
í hvørvandi strokum
sum við svalum

eg skrivi sum vindurin
ið skrivar í vatninum
stílført einsháttað

ella rullar við tunga alfabetinum
hjá aldunum
teirra skúmfroði

skrivar í luftina
eins og planturnar skriva
við leggjum og bløðum

ella runt sum við blómum
í ringum og skúvum
við blettum og træðrum

eg skrivi sum lógvin
skrivar eina rond av skeljafiski
og eina tarabrúgv

ella fínliga sum við perlumóðir
føturnar á krossfiskinum
og slipuna á kræklinginum

eg skrivi sum tað sprettandi
várið ið skrivar
felags alfabetið hjá
anemonunum bókartrænum
blákolluni og smæruni

eg skrivi sum barnsliga
summarið sum toran
yvir hválvunum í skógarbrúnini
sum hvítagull tá ið snarljósið
og hveitiakurin búnast

eg skrivi sum eitt heyst
í andaleypi skrivar
sum friðleysar vónir
sum ljósstormar tvørtur ígjøgnum
tokut minni

eg skrivi sum veturin
skrivar sum kavin
og glerið og kuldin
og myrkrið og deyðin
skriva

eg skrivi sum hjartað
ið slær skrivar
tøgnina hjá beinagrindini
og naglunum tonnunum
hárinum og skøltinum

eg skrivi sum hjartað
ið slær skrivar
teskanina hjá hondunum
fótunum varrunum
holdinum og kyninum

eg skrivi sum hjartað
ið slær skrivar
ljóðini frá lungunum
vøddunum andlitinum
heilanum og nervunum

eg skrivi sum hjartað
ið slær skrivar
rópini frá blóðinum
og kyknunum sjónunum
grátinum og tunguni



Mynd: Katrine Ærtebjerg
Yrking: Inger Christensen, 1935 - 2009, Danmark
Týðing: Alexandur Kristiansen