Friday, April 26, 2013

Ein verulig ikon


Í dag klokkan 16 letur upp framsýning við verkum hjá Zachariasi Heinesen í Gallarí Stephanssonshúsi.
 

Zacharias Heinesens vísir við hesi framsýning enn einaferð hvussu meistaraliga hann megnar at brúka føroyska landslagið til at forloysa listina. Tey flestu vita hvussu stóran týdning hann hevur havt fyri føroyska list, men øll vita kanska ikki hvussu nógv hann seinastu mongu árini á vakrasta hátt hevur hjálpt ungum føroyskum listafólkum á veg. Hann hevur kuraterað framsýningar við ungum listafólkum, bjóðað teimum við sum gestir á bólkaframsýningar uttanlands, og hevur sjálvur keypt teirra verk og harvið skapað eina fína samling av yngri føroyskari list.
 

Tí verður tað ein yngri listakvinna, Hansina Iversen, sum letur upp framsýningina í dag.
 

Framsýningin eitur Ikon og eingin hevur uppiborið heitið betri enn Zacharias Heinesen. Verkini hjá Zachariasi Heinesen hava ikonstatus, tí tey hava verið við til at broytt okkara áskoðan á føroyska landslagið og tí tey hava stovnað ein myndaframburð, sum hevur fingið stóran týdning fyri onnur føroysk listafólk. Verkini eru ikonir, tí Zacharias Heinesen hevur megnað at gera teirra myndaligu tilveru, teirra egna veruleika so undurfult sterkan og nærverandi.

http://listinblog.blogspot.com/2013/03/zacharias-heinesen-ikon.html


(IS)