Tað reyða træið
sendir sínar røtur út í aldurnar
og niðan í grøna
teigalendið, har spurningarnir halda til,
har gummistivlarnir eru
einastu tempulsúlurnar
vit eiga í Føroym.
Tað reyða træið breiðir
sína krúnu
yvir svongu sálirnar
í útryðjuni á himmalsku
fløtunum.
Reyðu fruktirnar og reyðu
bløðini
og reyða sevjan blaktra í
mergjaðu fløggunum,
sum gátuførir yrkjarar
planta
á rúkandi leivdirnar av
kryplaðum valdsharrum.
Reyðu trøini kunnu sagast
sundur til plankar
sum stevna inn í dreymarnar.
Reyðu trøini kunnu verða
tilfar
til brúgvar av svongum
orðum,
ella tey kunnu nýtast sum
pinnabrenni
til sosialismuna.
Eisini kirkjurnar á
havsins botni eru gjørdar úr sama tilfari.
Reyðu trøini kunnu eisini
eltast saman til tapet
millum øldir ella til
bøkur, ið reka ódnir av
yvirfløddum ótta gjøgnum
gøturnar.
Reyða flaggið er eisini
hjartað í tí fyrsta reyða
trænum.
Alexandur Kristiansen