Monday, April 8, 2013

Sjálvspottarin mikli - Ljótt og óneyðugt tíðarrit.


Ummæli: Kim Simonsen
                      




Sjálvsmyndin Agnar Artúvertin brúkti í sambandi við at hann varð útnevndur blaðstjóri.


Varðin hevur verið ein týðandi miðil innan føroyska mentan í 20undu øld. Hann hevur haft sína stóru tíð, kanska eina gulløld, í 1930unum og í 70unum, men okkurt hendi við Varðanum í 1980unum. Síðani hevur hann livað eitt hálvavegna fjalt og loyniligt lív. Hann legði tí á siðsøguliga og perspektivleysa bógvin, men av og á sóust greinar og týðingar sum vóru góðar. Nú hevur gamla ritstjórnin latið ‘brandin’ víðari til yngri folk, og tað er sjálvandi gleðiligt. Tey í nevndini hava sett Agnar Artúvertin at blaðstjórna gamla Varðan einsamallur. Han er ein virkin maður, ið hevur útgivið nógvar týðingar og bøkur seinastu árini, men ikki hevur altíð verið so nógv skil á. Eg var spentur uppá at lesa Varðan, men eg má siga sum er, at hetta er versti Varðin nakrantíð.
Tað er óført, at Agnar hevur megnað at geva Varðan út so skjótt, men syrgeligt, at hann hevur veingjaskert og gelt Varðan, ið hvørki hevur støddina ella formatið hjá nøkrum Varða nakrantíð.

Hví ummæla Varðan

Lat meg siga sum er, at tað er við tungum hjarta at eg skrivi hetta ummæli. Og lat meg eisini sláa fast, at eg vildi ikki sjálvur verið blaðstjóri á Varðanum, tí tað havi eg hvørki hug ella tíð til, um hann so varð blakaður eftir mær. Um eg vildi gjørt eitt blað, eri eg maður fyri at gera mítt egna. Tað er helst ikki neyðugt at skriva hetta ummæli, øll eg havi tosa við hava givið mær rætt í hesum. Eg kann bert vísa á orðatakið, um at eingin er fullspottaður fyrr hann spottar seg sjálvan. Og hesin Varðin er eingin spottari, nei hann er eitt spott.
Orsøkin til at eg vil ummæla Varðan er, at øll rópa um at fáa útisetar 'heim' um ungdóms- og fólkaundirskot, sum um teir skulu flyta ’heim’ fyri at arbeiða við føroyskum viðurskiftum. Eitt nú føroysk listafólk, tónleikarar og høvundar, ið ikki búgva í Føroyum gera føroyska list og arbeiða við føroyskum viðurskiftum, men alt ov ofta verða tey ikki brúkt ella boðin at sita í nevndum. Tað býttasta dømi í nýggjari tíð er, at Felagið Varðin hevur sett ein blaðstjóra sum er ókompetentur, bert tí hann býr í Føroyum, tað viðgongur nevndin og tað hevur hann prógvað við seinasta Varðanum. Heldur enn at seta spennandi ungar kvinnur sum lesa bókmentir ella hava fesk cand.mag, mag.art prógv í bókmentum. Hvat so um tey t.d. búgva í Danmark? Øll bløð verða redigeraði á teldum í dag og líkamikið er hvar tú býrt.

Tað er hendan 'metodologiska' nationalisman sum eg eri óður um, og sum er orsøkin til hetta ummæli. Tað er hendan tankagongdin, ið er í ferð við at filla Varðan sundur, sum eisini ger føroyska samfelagið innannørt og sjúkt. Meðan kanska 5000 føroyingar, sum "búgva" í Føroyum, í veruleikanum arbeiða í Noregi og helst gjalda skatt har, kann Varðin ikki velja sær ein blaðstjóra millum egnaðar útisetar. Globaliseringin er her og hevur verið her leingi. Føroyskar útvarpsendingar og tónleikasendingar hava verið framleiddar á teldum á kollegium her í Danmark í áravís og tíðarrit eisini. Føroyskar bøkur verða skrivaðar uttanfyri Føroyar og føroysk listafólk skapa føroyska list í nógvum londum. Problemið er - umframt ein avoldaðan hugburð - at tað sita nakrir oldingar í slíkum nevndum, ið ikki duga at umsita okkara mentan. Hetta er serliga galdandi fyri nevndararbeiði innan mentan í Føroyum. Tey vilja ikki hoyra um at Skypekonferensufundir eru uppfunnar, man kann t.d. taka eina heila útbugving á Yale meðan man býr í Sumba í dag. So hví ikki brúka yngri topptunaðar kreftir við altjóða royndum, útbúgvingum og kontaktum.

Torført at taka í álvara

Fyri at byrja við byrjanini, so er forsíðumyndin á Varðanum ein fantastiska ring fotomynd av tveimum talvfólkum, við skuggum og øllum. Ein rein amatørmynd. Ljótt og ræðuligt - reint spott av okkara fotografum og listafólkum. Leiðarin í fyrsta blaðnum er eisini ósamanhangandi, einkisigandi og ringur at taka í álvara – í støðum beinleiðis óunniligur at lesa. Har eru spark eftir hesum og hasum, m.a. eftir allari bókmentaligari realismu innan bókmentir. Men Agnar hevur ikki intellektuelt format til at fáast við hesa uppgerð. Tað er sum um poetikkurin snýr seg um at “kaga inn í seg sjálvan”, ið eisini er einkisigandi.

Eg má siga sum er, at eg havi funnið so nógvar villur í Varðanum, at eg bert vil nevna nakrar úr rúgvuni.
Á síðu fimm í sjálvum leiðaranum skrivar blaðstjórin, at vit hava fingið so lítið av tekstum. Seinni á síðu 9 sigur hann, at ”Nógv tilfar er innkomið”. Á síðu 5 er eitt sitat, men av hvørjum? Heðin Brú ella William Heinesen? Á somu síðu stendur, at ein ung evnarík genta rættlesur, men hvør er hon og hvar er hon nevnd? Seinni vísir tað seg, at tað møguliga er Birna Gudmundsen, sum hann meinar við – men tá vit ikki fáa tað at vita, er leiðarin bara illa skrivaður. Á somu síðu sigur hann at Varðin hevur fingið eitt nýtt motto, men hví er so ein mottokapping seinni? Og hví hava eitt motto, eg vil heldur hava ordiligt innihald og at blaðstjórin dugir at skriva.

Seinni skrivar hann um okkurt eg ikki skilji, sjálvt um eg eri doktari í bókmentum:

"Sum nakað forkunnugt og óroynt fara vit at lata henda Varða hava eitt centralt evni, sum alt tilfarið antin so ella so skal snúgva seg um. Evnið er: geografiskur littererur einvorðinskapur."

Orðið ”einvorðinskapur” stendur í orðabókini og merkir ”uniformitetur” ella ”homogenisering”, so ” geografiskur littererur einvorðinskapur”, snýr seg kanska um hvussu støð innan bókmentir skapa hesa homogeniseringina. Kanska eitt gott tema, men teksturin er fullkomiliga hjálparleysur. Eingin sum dugir at skriva, kundi droymt um at skriva soleiðis. Hesin setningur er eitt gott dømi um, at høvundurin ikki dugur vanliga føroyska stílfrøði (læran um stílin í skriftmáli), onkuntíð er hann, ella heldur seg vera stuttligan, og onkuntíð heldur hann seg vera vinarligan og fittan, men samanumtikið er stíllegan avlagað, privat og løgin. Blaðstjórin setur t.d. heitið á einari grein kallað 100 skaldsøgur - bæði í kursiv og gásareygu, ið er tekin um at viðkomandi ongantíð hevur lært at sitera rætt, ið annars er nakað sum vit øll lærdu í miðnámsskúlanum. Á síðu seks er t.d. eitt sitat rykt út, í kursiv og í gásareygum. Rykt út merkir ikki kursiv og ikki gásareygu, her er trídupult markering. Slíkt oyðileggur lesingina og tí eisini virðingina fyri Varðanum. Samanumtikið fær man tí ta fatan, at tíðarritið er illa frágingið og fylt við stavivillum. Her eru t.d. ongar yvirskiftir í greinum (t.d. á síðu 27, 56 og 58) umframt, at samanhangurin í t.d. leiðarunum og í tíðarritinum sum heild er fullkomiliga burturstaddur.

Eitt absurd ummæli

Greinin Av akademiska mentanarpallinum, er eitt gott dømi. Hon er um min fyrilestur í Norðurlandahúsinum. Eg helt hann kring landið og óføra nógv komu at lurta, øll samkomuhølini vóru full. Her skrivar Agnar m.a. (og aftur hevur hann til mina stóru undran sett allan tekstin bæði í kursiv og í gásareygu): “Kim er góður og róligur fyrilestrarhaldari, tó hevur hann ein keðiligan vana við at smaska…”. Eg eri ikki særdur av hesi meting, men eg mátti flenna hart. Agnar heldur seg vera stuttligan og koma við einum priki, men eg má siga, at hansara skriving bert gav mær vaml og eg vildi ynskt, at hann kundi hildið seg frá mínum arbeiði. Har var t.d. einki um hvussu mín ritgerð eitur. Einki um hvussu nógv folk komu (tað komu 200-250 fólk). Einki um hvussu fyrilesturin æt. Einki um spurningar og kjakið aftaná. Einki um hvat fyrilesturin snúði seg um. Agnar sigur, at hann einki skilti. Tað má so vera hansara manglandi heilakapasitetur sum er feilurin, tí eg havi hildið hendan fyrilestur fyri heimagangandi konum á Sandi, pensionistum á Tvøroyri og vanligum fittum føroyingum, ið øll hava gingið sjey ár í skúla og tey skiltu øll hvat eg tosaði um, men hesin Agnar sum sigur seg vera BA frá Cambridge University (hetta er reyp, hann hevur lisið “í” Cambridge sum er nakað heilt annað) í bókmentum og heimspeki, megnar enn ikki at skilja vanliga talu og formidlaða gransking. Tey sum veruliga vilja vita okkurt um fyrilesturin, kunnu hoyra meg á hesari leinkjuni til Góðar Morgun Føroyar:
http://www.kringvarp.fo/Archive_Articles/2013/02/22/imyndin-av-foroyingum-og-foroyum

Eg eri ikki firtin av at Agnar ikki skilti eitt orð, men av mátanum hann skrivar um hetta. Hann hevur tikið ein tann mest áhugaverda og viðkomandi fyrilesturin í nógv ár og minkað hann, so hann (og bert hann) kann skilja greinina. Og støðið hjá Agnari er so lágt, at tað er torført at fata. Agnarsa "grein", “hugleiðing”, “essay” um meg og mín fyrilestur er sum dovni næmingurin, ið var á útferð við flokkinum, og tá hann skuldi skriva stíl um ferðina skrivaði hann bert, at "eg sá einki fyri hinum". Agnar situr kanska og heldur seg hava loyvi at senda drunn, men um so er skal hann fáa hendan drunn aftur. Fyri tað fyrsta: hví brúka tvær síður uppá ein fyrilestur sum blaðstjórin ikki skilir? Hví skriva um smaskan? (niðurgering). Hví skriva tvær síður um hetta, ið so onga meining gevur? Hví brúka mína ritgerð til sjálvpromovering og reint sjálvsspott? Hví ikki bara spara tvær síður? (Eg havi ikki biðið um at sleppa við). Hví yvirhøvur ummæla fyrilestrar sum hava verið í februar? Hví skriva málteigar og rættingar av kjakinum aftaná fyrilesturin, t.d at eg í svari til Berg D. Hansen kom at benda navnið Malan skeivt. Hvat er tað fyri eitt menniskja, ið skrivar um tað í Varðanum? Hetta er einki annað enn andaligur symbolskur harðskapur, niðurgering og sjálvshevjan í senn. Tað einasta, Agnar hevur at hevda seg við (og í komandi svarum til mítt ummæli), er at hann dugir nøkunkunda at stava, men góðasti Agnar tú dugir ikki at skriva.

Eingin byrjar eina grein sum tú: ”Vit fara sinniliga at byrja við at ummæla” (s. 37), hví ikki hóvliga, sáttliga ella her kemur eitt lítillátað ummæli – ella hví skriva soleiðis yvirhøvur? Og ”Vit vilja gera Varðan til eitt pappírsforum fyri hugans brótingar (…)”, eingin skrivar ”hugans brótingar” tað er tungt, klossut og stílfrøðisliga riggar tað ikki, hví? Tí tað er alt ov patoskent í mun til restina av greinini, men tað skilir Agnar ikki. Hvussu kann ein rithøvundi ikki skilja slíkt? Aftur og aftur fara greinar, yrkingar og annað av sporinum, tá Agnar skrivar hetta ’privatmálið’. Hendan greinin (ella hvat hetta er) er eitt dømi um ta ’ómenniskjaligheit’ sum Agnar skrivar út frá. Hann hevur onga samkenslu ella empati við hvørki fyrilestri ella fyrilestrahaldara, ella øðrum enn sær sjálvum og sínum yndisevni. Tað er í grundini eisini ein gøla, at Varðin ikki kann senda teirra blaðstjóra út at gera eitt vanligt referat, tí hann skilir ikki genruna og megnar hvørki at endurgeva tað, sum fyriferst ella bara at yvirhalda vanligan fólkasið. Hetta hevur við sær, at Varðin framyvir ikki kann skriva um føroyska mentanarsøgu ella bókmentasøgu, tí blaðstjórin megnar ikki so frægt sum at hoyra ein fyrilestur, og helst ikki at lesa eina vanliga grein. Hann megnar heldur ikki at skriva um hesi evni, ella at skriva yvirhøvur. Hóast Agnar einki hevur skilt, fer hann tó at kjakast við meg (ella seg sjálvan?). Men aftur so endar greinin sum ein avbronglaður málteigur. Eg havi ongantíð lisið nakað so óhjálpið.

Solipsisma

Á síðu seks stendur at poetikkin hjá Varðanum er at "resignera frá samfelagnum", hetta er so løgið og solipsistiskt sum nakað kann vera. At høvundar skulu læra at uppgeva ’heimin’ og liva solipsistiskt. Hetta ljóðar heilt autistiskt. Føroyskir høvundar skulu m.a. skriva prosa, siga tey at Hugin Eide hevur sagt. Her siterar Agnar bókmentafrøðingin Sámal Soll. Síðani siterar hann Onnu V. Ellingsgaard (frá somu grein hjá Soll), um at tað kostar pengar at skriva. Soleiðis er leiðarin, púra uttan samanhang. Her heldur Agnar m.a., at skaldsøgur kunnu skrivast í frítíðini, ikki hissini av mentanarpolitiskari agenda, sum gamli Varðin vil borðreiða við: “Hvør skal tíma at gjalda fyri, at ein rithøvundur skal sita og skriva eina skaldsøgu? Eg hevði so ikki viljað, at mínir skattapengar fóru til tað, ið verri er”. Slíkt er bert ein roynd at fáa talutíð við at provokera. Hetta er kensluleyst og beinleiðis óreint.

Skaldskapur skal heldur ikki viðgera ein tíðaranda skrivar hesin Ahab - ið hann kallar seg sjálvan á brúnni einsamallur - síðani endar leiðarin sum ein málteigur. Men hvat er hetta fyri eitt ’grønt snor’ av einari meining. Fyri tað fyrsta, so er Varðin fullur av yrkingum – Agnar hevur sjálvur skrivað eina. Fyri tað næsta, so hevur Hugin útgivið yrkjarar og fyri tað triða, so er tað besta sum er av føroyskum skaldskapi júst yrkingar frá Janusi Djurhuus, Christiani Matras, Regini Dahl, Róa Patursson, Jóanesi Nielsen, Tóroddi Poulsen til Sissal Kampmann og Vónbjørt Vang v.m.

Á somu síðu kemur enn okkurt hjálparsleyst gleps um ”einstaklingin”, ein rein klisje, tí allur skaldskapur er um ”hin enkelte”, ið Kierkegaard tók til. Og hví skal ein einstøk kelda, nevniliga Sámal Soll skriva nærum alla ta nýggju stevnuskránna hjá Varðanum? Sum sagt er ringt at fylgja við, tí høvundurin hoppar millum evnini, ið ger lesarin karvandi í ørviti. Við eitt kemur ein málteigur mitt í einum leiðara hjá nýggja blaðstjóranum og vísir at hann ikki dugir at skriva ein leiðara.

Á síðu 11 skrivar hann: "í seinastu søguni hjá Trygva", her veit lesarin ikki at hesin Trygvi hevur skrivað eina søgu í Vencil. Frá síðu 12-19 standa yrkingarnar hjá hesum kroystar saman og tað er ljótt og synd.

Hví skulu vit eisini lesa ófantaligar vánaligar yrkingar hjá Agnar um at sita í fongsul, sum bera uppá rím:

Hann kom úr úr fongsli
gangandi so fattur –
tá var tað, sum dyr á hongsli
nústani fóru aftur.

(…)

Tað er kanska soleiðis vit virka,
sum gera einki petti
annað, enn at yrkja
sovorið roks sum hetta.

Ja, Agnar hetta er ’roks’.  At yrkja so illa og at prenta slíkan vánaligan lyrikk er roks, aftaná at hava skrivað at føroyingar skulu ikki skriva yrkingar longur. Her er Varðin farin av sporunum, vilstur og er farin í óføri.

Tað er líkamikið hvat Agnar hevur nortið við í seinastuni, um tað so eru týðingar, yrkingar ella sum nú Varðan, so fær hann alt at følna rundan um seg og hann skapar eina gølu fyri og aðra eftir. Tí eri eg mest av øllum so karvandi inn á nevndina í Varðanum, at tey ikki valdu okkara ungu spennandi høvundar at blaðstjórna Varðan. Hendan metodologiska nationalisman og nationalistiska autisman er skaðilig fyri land og fólk (tað er valið av Agnari sum blaðstjóra dømi um).

Óskiljandi solipsisma

Niðurstøðan er, fyrst og fremst, at alt blaðið er ljótt sett upp. At blaðið er eyðmerkt av, at tað er blaðstjórnað í skundi, og av einum, sum bert vil øsa lesaran við sínum tápuligheitum. Somuleiðis er tað syrgiligt at eitt so gamalt og fínt mentanarsøguligt tíðarrit sum Varðin er uttan myndir. Vit liva í einari tíð, har myndir hava skapt eina vend innan hugvísind móti visuellari mentan, og so hevur nýggja blaðið ikki myndir. Til samanberingar, á borðinum frammanfyri mær havi eg t.d. Varðan frá 1991, hann er av vakrastu bókum, har bæði for- og baksíða er ein stór mynd av Rosenmeyer frá 1778 av Vestaruvág. Innihaldið er fjølbroytt, yrkingar, endurminningar og ein stór frøðigrein um Rybergshandilin og Rybergstíðina. Blaðið er rokað við myndum. Har eru týðingar og greinar um høvundar og fýra bókaummæli. Her sæst at blaðstjórin hevði virðing fyri føroyskari mentan, føroyskari mentanarsøgu og søgu okkara, at hann var dannaður maður, og ikki sum nú har alt blaðið skal snúgva seg um Agnar sjálvan og hansara vantandi fatan av heiminum. Varðin hevur skrivað søgu við at loyva Agnar at skriva eina poetikk fyri ein mann, nemliga hann sjálvan, sum er fullkomiliga absurd. Spurningurin er, hvat ger ein solipsistur sum blaðstjóri? Í mun til tann áðurnevnda 22 ára gamla Varðan er nýggi Varðin frá 2013 sum at síggja reyvina á Titanic hvørva niður í ísakaldan sjógv. Skiparin Ahab og nevndin hava siglt á land og eru ávegis til botns.

Tað ringasta eg eri noyddur at siga, er at blaðið er idiosynkratiskt, ósamanhangandi og óskiljandi, sum løgnu og ólesiligu søgurnar hjá Agnari nærum altíð eru. Her meini eg ikki við idiosynkratiskt sum nakað ’hipstarakent kool’ ella subversivt avantgarde, men meiri sum nakað pínligt og tærnakrimpandi ússaligt. Tað er altíð keðiligt at vera tann, ið skal siga tað sum øll sum eg kenni hugsa og siga sínámillum, at blaðið kundi líkst onkrum gjørt á verkstaðinum Vón av minni mentum. Heldur Felagið Varðin, at nakar tímir at gjalda fyri hetta? So skuldi tað verið fyri at stuðla Agnari og hansara solipsismu. Eg føli meg sum lesara, høvund, og ein sum vil føroyskum bókmentum tað besta, pissaðan á. Tað sum verri er, vit hava slett ikki brúk fyri hesum blaðnum, tí Vencil ger eitt so nógv betri arbeiði at prenta nýggjan og góðan skaldskap. Vencil er eisini nakað sum hetta blaðið ikki er, nemliga vakur. Okkum vantar tí gamla Varðan aftur. Tí einaferð kundi hann prenta góðar greinar, ið annars ikki passa í nakran annan miðil í Føroyum, við vøkrum myndum og øðrum. Varðin hevur tí ongan tilverurætt sum nú er, annað enn at vera dagdvølja og plattformur hjá Agnari, so hann kann útbreiða sína solipsismu. Tí er hetta so fátækt, tunt og fylt við einkisigandi gallrópum og upprópum. Frægast eru tó rørandi greinar eftir Øss Jóhannessen og Jóanes Nielsen. Her er bert eitt at gera, at nevndin ger Føroya fólki og sær sjálvum eina tænastu, at finna ein annan blaðstjóra beinanvegin.



Kim Simonsen