Monday, April 8, 2013

Lættari brúðarvísur




Orðaskiftið hevur tikið seg upp um nýggju brúðarvísurnar, sum eru komnar burtur úr kappingini hjá landsfelagnum føroyskum dansi at frama, Sláið Ring. Vinnarar av brúðarvísukappingini verða kunngjørdir í dag. Sláið Ring hevur arbeitt fram ímóti at finna alternativ til gomlu brúðarvísurnar, sum verða mettar at vera heldur tungar at fáa at ganga í brúdleypum nú í tíðini. Nýggju brúðarvísurnar eru ein roynd at fáa fleiri fólk at taka brúðarvísusiðin til sín, siga tey úr Sláið Ring. 

Men øll eru als ikki samd við felagnum í, at nýggjar lættari brúðarvísur eru rætta loysnin. Gunnar Restorff heldur tað ikki, hann skrivar á facebook: "Eg eri stórliga bangin fyri at hetta kann oyðileggja brúðardansin nógv meiri enn at uppbyggja hann. Vit hava longur eina útmerkaða gamla danska brúðarvísu. Harumframt hava vit eina 100 ára gamla føroyska, um tað danska ikki smakkar summum tjóðskaparsinnaðum nóg væl. Og skal tað vera føroyskt uttan at vera kvinnukúgandi, so er ein frálík týðing av donsku brúðarvísuni eftir Axel Tórgarð, sála. Til brúðardans hevur traditionelt eisini hoyrt: Fisken tager sin føde i vand, Kong Hans, Bøhmerlands Dronningen, Leivs kvæði ella Harra Pætur og Elinborg. Um brúðarvísurnar eru ov langar og torførar, takið so bara Leivs kvæði ella Harra Pætur og Elinborg. Um hetta er ov trupult, so kunnu tit taka Flóvan Bænadiktsson, sum nokk er tað sum føroyingar duga best. Og er hetta ov torført: latið so vera við at dansa! At brúðarfólkið nú skulu læra seg 1, 2, 3, 4 ella kanska 5 vísur afturat fer ikki at virka savnandi. Annfinnur Heinesen er samdur við Gunnar Restorff og skrivar: "Púra samdur Gunnar. Um tað er vánaligt yrkt veit eg einki um, men tað er ikki tað sum er trupulleikin. Trupulleikin er, at Landsfelagið føroyskum dansi "at frama" skal hava ein so søguleysan hugburð til tann mentanararv tey eru sett ansa eftir. Syrgiligt men satt. Tað siðbundna er sjálv sálin í dansinum, og skúgvar tú tað gamla til viks, við tí endamálinum at "fáa fleiri at taka undir við brúðardansinum", so fer tað bara at spjaða heldur enn at savna. Vit áttu at tikið saman hendur og styrkt tað góða gamla sum vit longu eiga, heldur enn at skriva skítfult av nýggjum brúðarvísum. Fólk sum vilja hava "the real thing" kunnu framvegis heita á meg um at skipa, ta donsku, ta vøkru umyrktu hjá Axel Tórgarð, ella Várharra hann segði. Janus Brix Kamban tykist somuleiðis samdur, tá hann skrivar:  So hvørt, sum vit royna at lækka felagsnevnaran, verður dansurin minni áhugaverdur fyri okkum, sum veruliga tíma og duga. Eg havi ein mistanka um, at tað verður roynt at skumpa nørdarnar út fyri at fáa tey líkasælu inn. Ikki gott! Bjarni Berg heldur, at ein møguleiki er at brúka upptøkur til tess at hjálpa uppá brúðarvísudansin. Hann skrivar: "Set eitt 'band' á við góðum hátalarum og so kvøða Palleba & Marsanna so lystiliga afturvið. Hetta gjørdu tey í einum Jehova-brúdleypi, eg var til og mín sann dansurin gekk so lystiliga. At enda gloymdu vit innspælingina og føldu okkum sum millum landsins frægastu kvøðarar. Hetta heldur Anna Djurhuus ikki bera til, hon skrivar: "Bjarni Berg! Tað riggar ikki, havi verið í einum brúdleypi har okkurt líknandi var roynt, dansurin steindoyr. Eg skipaði onkuntið brúðarvísuna (ta føroysku) sum yngri, eg plagdi at leggja nøkur ørðindi burturúr tí so fá dugdu alla, og so slapp eg undan Paulusa meining um kvinnur. Tað riggaði fínt  (flest fólk vóru glað fyri mína "stuttu" brúðarvísu) Nógv ørindi í føroysku brúðarvísuni er sera vakurt myndamál, haldi tað er synd at skrotta hana orskak av 2-3 ørindum so heldur leypa tey um, vísan missir einki fyri tað, hon er ikki samanhangandi í frásøgn:). 

Mánakvøldið 8. apríl verður úrslitið á brúðarvísukappingini kunngjørt á almennari kvøldsetu, ið verður í Miðlahúsinum klokkan 19.00, tá fólk fara at hugleiða og halda fyrilestrar um brúðarvísur. 





(KP)