Fríggjadagin 26. apríl kl. 16
til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Oggi
Lamhauge upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn.
Framsýningin er opin til 9. mai:
týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið
eftir avtalu.
Myndevnið á framsýningini hjá
Oggi Lamhauge í Galerie Focus 2013 er Silvurtráðurin
Silvurtráðurin
Silvurtáðurin er
mynd av stokkutum og hvørvandi lívið, sum saman við gullskálini, krukkuni,
hjólinum og dusti er partur av Prædikarans lýsing av lívinum. Tað fyri okkum
virðismikla, men sum ferst tá vit fara hiðani og aftur til har vit
komu.
Onnur lýsing er
um Nordnunar, ið sita við Urðarbrunn undir lívstrænum Yggdrasil í Ásgarði.
Hvørja fer eitt barn verður føtt, eru nornurnar til staðar fyri at avgera lagnu
tess. Tær spinna, máta og klippa lívstráðin hjá bæði fólkum og gudum og hava
bókstavliga allar lagnur um hendur. Hvør einstøk lagna verður spunnin á
handsnældu. Nøkur fáa stórt noða og harvið langt lív, hjá øðrum slitnar tráðurin
í fyrra lagi.
Framsýningin við
heitinum Silvurtráðurin hýsir smærri og størri innsetingar í kassar og
kassarammur, sum allar eru sprotnar úr heitinum á framsýningini. Tilfari spennir
víða, frá sandi og pappíri og til silvur og málað træ. Framsýningin er at skilja
sum eitt náttúruligt framhald av eini støðugari listarligari tilgongd, frá
grafiskum útrykki til innsetingar list, LandArt og skulptur. Eitt
gjøgnumgangandi tema er í listini, nevniliga: gróðurin, lívstræðrir og lívið
hinumegin deyða og grøv.
Oggi Lamhauge
(f. 1971) er útbúgvin grafikari á Listaháskúla Íslands árini 1993-1997 og hevur
framsýnt her á landi og uttanlands. Hann hevur saman við øðrum gjørt prýðis
uppgávur og hevur sjálvur gjørt altartalvuna í Hattarvíkar kirkju, ið varð handa
kirkjuni í 2001. Hann gjørdi verkætlanina Ringrás, sum varð ein umhvørvis-
listarlig (LandArt) verkætlan, sum innihelt eitt verk um mánaðin í eitt ár í
ávísum innandura rúmi. Saman við hesi verkætlan kom bók út við sama heiti - eitt
slag av dokumentatión fyri verkætlanina og samstundis ein listarligur liður í
verkætlanini.
Listamaðurin hevur umframt hetta fingið trý ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins og av somu grund gjørdi Kringvarp Føroya eina portrett sending (Ringrás) um listamannin og listarliga virksemi hansara.
Listamaðurin hevur umframt hetta fingið trý ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins og av somu grund gjørdi Kringvarp Føroya eina portrett sending (Ringrás) um listamannin og listarliga virksemi hansara.