Friday, April 5, 2013

Deyðsrutan 5. apríl 2013


Í dag er ein heilt serligur dagur. Ruth Smith hevði verið 100, um hon enn livdi og Jóanes Nielsen verður 60, til lukku bæði tvey. Í Vági gongur nógv fyri seg í sambandi við Ruth Smith fagnaðin, men tað er eisini ein serligur dagur í Havn, tí heili tríggjar framsýningar lata upp í høvuðstaðnum: Hommage à Ruth Smith við sjálvsmyndum hjá Torbirni Olsen í Gallarí Stephanssonhúsi, Tekningar og skitsur hjá Thomas Arge í Steinprenti og harumframt sýna Jóna Rasmussen og Guðrið Poulsen fram í Galerie Focus.

Grundarlag skuldi sostatt verið fyri eini veritablari deyðsrutu. Vit skjóta upp, at byrjað verður á Kongabrúnni klokkan fýra og haðani spáka vit oman á Skálatrøð og so kunnu vit altíð deila ein taxabil út til Lambagerði 1 við øðrum fegnum ferniseringsgestum. Nú kann tað vera, at eitt sindur av ferniseringsreyðvíni eftirhondini er farið niðurum, og tí fer ein gongutúrur oman í býin heilt vist at vera góður. Men hetta er hinvegin ikki tvingandi neyðugt og vit lova ikki at háa tey, sum velja taxaloysnina. Fyri tey, sum eru so heppin, at tey eru boðin í føðingardag hjá einum av føðingardagsbørninum er ikki langt at ganga yvir við strond og annars siglir Smyril klokkan 18.30. Fyri hini er Mimir altíð ein møguleiki.

Havið ein herligan fríggjadag.