Thursday, April 25, 2013

Sagt í vikuni



“Harra formaður, vit umboða eisini tann listarliga partin, hendan samgongan hevur nógv listafólk, bæði tá tað kemur til málningalist, tónleikalist – tak bara  formannin sjálvan (Jógvan á Lakjuni red.)  og øll onnur.  At billa fólki inn at tað eru nøkur sum hava skil á øllum tí kreativa, listarliga, meðan vit onnur ikki hava , tað er at stilla seg sjálvi upp í eitt ljós, tað er at taka seg undan skeppini, sum tey ikki hava uppiborið”

Hetta segði  Bjarni Djurholm (F), formaður í Mentanarnevnd løgtingsins, á tingfundi týsdagin undir viðgerðini av uppskoti  til samtyktar um alment listakeyp.

Uppskotið fall, hesi atkvøddu fyri:
1. Hanna Jensen
2. Annita á Fríðriksmørk
3. Gunvør Balle
4. Bjørt Samuelsen
5. Kristina Háfoss
6. Rigmor Dam
7. Kristin Michelsen
8. Janus Rein

 Hesi atkvøddu ímóti:
1. Alfred Olsen
2. Jóna Mariusardóttir Mortensen
3. Helgi Abrahamsen
4. Alfred Olsen
5. Rósa Samuelsen
6. Eivin Jacobsen
7. Hanus Samró
8. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
9. Rodmundur Nielsen
10. Bjarni Djurholm
11. Kristianna Winther Poulsen
12. Edva Jacobsen