Wednesday, April 10, 2013

Kjaftfiskur til Varðan frá Kim Simonsen - nakrar rættingar og útgreiningar frá blaðstjóranum



Agnar Artúvertin:

Kim hevur sera nógv ímóti permumyndini á tí nýggja Varðanum og pástendur, at hon einki symboliserar. 
Gamaní er permumyndin amatørmynd av tí, at eg eri amatørfotografur, men eg royndi so at taka mynd og vera kreativur. Tað livst og spyrst. Talvfólkini skulu eyðvitað symbolisera mótsetningar, so sum kríggj og frið (yrkingin hjá Niels Hav) fangaskapur og frælsi (yrkingin hjá mær), ljós og myrkur (yrkingin Strauss hjá Ming Di) lív og deyða (ummælið hjá Jóanes Nielsen), tvey elskandi (yrkingarnar hjá Matthew Landrum), og haraftrat vísa tær til heitið á yrking hjá Óla Jákup Thomsen.
So kanska er myndin ein amatørmynd, tikin av einum amatørfotografi - men eg eri nú einaferð rithøvundur og blaðstjóri og tíverri ikki fotografur. Men eg vildi sagt, at symbolikkurin í permumyndini er stak relevantur fyri innihaldið í Varðanum.
Restin av hesum svari verður sitat frá Kim (í gásareygum og kursiv) og svar frá mær
”Á síðu 5 er eitt sitat, men av hvørjum? Heðin Brú ella William Heinesen”
Av teimum báðum. Teir vóru báðir ritstjórar tá, og hatta stóð undir ”Til lesararnar” í onkrum Varða frá 60’unum, so eingin veit hvør av teimum hevur sagt ella skrivað hatta. Tó, mestur var tað Brú, men tað er bara mítt git
”Leiðarin í fyrsta blaðnum er eisini ósamanhangandi, einkisigandi og ringur at taka í álvara – í støðum beinleiðis óunniligur at lesa. Har eru spark eftir hesum og hasum, m.a. eftir allari bókmentaligari realismu innan bókmentir. Men Agnar hevur ikki intellektuelt format til at fáast við hesa uppgerð.”
Leiðarin í Varðanum er samanhangandi. Hann snýr seg um hvat skaldskapur er, hvat onnur siga hann er, og hvat eg sigi hann er. Hann byrjar við bókmentaligari realismu og starvslønum, og so verður fokusið snørt inn til at fata um tað skrivandi subjektið og tann persónliga poetikkin hjá blaðstjóranum
Intellektuelt format havi eg í ólukkumát, men eg arbeiði bara upp á ein annan máta enn tú og brúki aðrar tekstir enn tú. Og tá eg havi absorberað hesar tekstir, tá gloymi eg teir við skilinum. Tað eitur, at vaksa við tekstunum og gera sær erfaringar í lesnaði. Tí føli eg onga trongd til at hava bókalista, sum er tjúgu ferðir so langur sum greinin sjálv
”Og hví skal ein einstøk kelda, nevniliga Sámal Soll skriva nærum alla ta nýggju stevnuskránna hjá Varðanum?”
Sámal Soll verður siteraður í Varðanum. Hann skrivar einki í har. Eg brúkti bara greinina hjá honum sum lopfjøl til at hugleiða. Eg kundi líka so væl brúkt onkra aðra grein. Eg hevði bara brúk fyri onkrum teksti til at traðka á og gera eitt kraftlop upp í hugans økir
”Við eitt kemur ein málteigur mitt í einum leiðara hjá nýggja blaðstjóranum og vísir at hann ikki dugir at skriva ein leiðara.”
Her man Kim meina við varðaorðið hendan ársfjórðingin, ið er orðið ”smolturskotin” Vit eiga nógv góð føroysk orð, verðins vakrastu og mest sigandi orð, og eg vil reklamera við teimum og fáa tey fram í ljósið aftur.
Leiðarin er sum sagt bygdur upp soleiðis at hann fatar fyrst um breiðan skaldskap og verður síðani fokuseraður upp á tað skrivandi subjektið. Haraftrat eru nøkur evni, ið leiðarin skal gera lesaran varan við, og sum hava við nýggju stevnuskránna og nýggja formatið at gera. Hesi evni eru:
At vit fara at taka saman um mentan, at vit skulu finna okkum eitt motto, at vit hava bókalista, at vit vilja hava tilfar frá børnum, at vit hava eitt centralt evni, at vit eiga vakra orðið ’smolturskotin’, og at vit vilja eggja til opið kjak millum lesararnar.
”Har var t.d. einki um hvussu mín ritgerð eitur. Einki um hvussu nógv folk komu (tað komu 200-250 fólk). Einki um hvussu fyrilesturin æt. Einki um spurningar og kjakið aftaná. Einki um hvat fyrilesturin snúði seg um. ”
Eg mintist ikki heitið á ritgerðini hjá tær, tí tað var eini 5 reglur. Men fremst í mínari leysu umrøðu av fyrilestrinum skrivi eg: ”Doktar Kim Simonsen helt fyrilestur um, hvat tjóðarbygging er og hvussu tjóðir verða til.” (s. 37) Var tað ikki tað, sum fyrilesturin snúði seg um, ella havi eg eisini misforstaðið tað?
Fyri tað fyrsta: hví brúka tvær síður uppá ein fyrilestur sum blaðstjórin ikki skilir? Hví skriva um smaskan? (niðurgering). Hví skriva tvær síður um hetta, ið so onga meining gevur? Hví brúka mína ritgerð til sjálvpromovering og reint sjálvsspott? Hví ikki bara spara tvær síður?
Tað var ein roynd hjá mær at nema við tað, sum fyriferst við mentan í Føroyum - ikki at argumentera við ella ímóti doktaranum. Nationalismugransking hevur ikki mín áhuga, og tað hevur akademiskur framferðarháttur heldur ikki. So tá eg skrivi um mentan og akademiska gransking, er tað hugleiðingar og leys umrøða. Eg skrivi ikki granskitekstir - tað havi eg skribentar at taka sær av.
Tað var fyri at royna at reklamera fyri teg. Varðin tekur saman um alt sum hendir við mentan í Føroyum í dag, og eg valdi teg út - men nú fekk eg eina spann av lorti afturfyri. Eg skal velja onkran annan at reklamera fyri næstu ferð. Hasin teksturin hjá mær er 239 orð, og tað er so stutt sum tað kann vera
Hví yvirhøvur ummæla fyrilestrar sum hava verið í február?
Tí februar hoyrir til fyrsta ársfjórðing, og hesin Varðin er ein viðmerking og samandráttur av allari føroyskari mentan í fyrsta ársfjórðingi
Á somu síðu stendur, at ein ung evnarík genta rættlesur, men hvør er hon og hvar er hon nevnd? Seinni vísir tað seg, at tað møguliga er Birna Gudmundsen, sum hann meinar við – men tá vit ikki fáa tað at vita, er leiðarin bara illa skrivaður
Birna stendur nevnd undir teimum yrkingum, sum hon hevur ”umsett” (ikki rættlisið) Tær eru á ss. 20 & 36, og eg havi profil av henni á s. 58, so hon er nevnd við navni so ofta sum hon skal nevnast
Á somu síðu sigur hann at Varðin hevur fingið eitt nýtt motto, men hví er so ein mottokapping seinni?
Hevði Kim havt lisið Varðan ordiligt, hevði hann sæð, at mítt motto er eitt uppskot, og at eg fegin vil draga føroyingar inn í hesa motto-avgerð og á tann hátt geva øllum føroyingum møguleikan at hava ávirkan á Varðan. Við øðrum orðum: Varðin skal vera meiri við í samfelagnum og føroyingum og involvera seg meir enn hann hevur gjørt. Og at involvera seg merkir, fyri mær, ikki at skriva greinar og oddagreinar á phd-støði, men heldur at hugleiða og skriva sína meining og síðani at presentera tilfarið, sum er við
Orðið ”einvorðinskapur” stendur í orðabókini og merkir ”uniformitetur” ella ”homogenisering”, so ” geografiskur littererur einvorðinskapur”, snýr seg kanska um hvussu støð innan bókmentir skapa hesa homogeniseringina”
Hatta hevði verið eitt gott evni fyri teg og onnur, sum granska tjóðskap á phd-støði, men hjá mær merkir tað nakað annað. Eg forklári beint aftaná hetta sitat, hvat ”geografiskur littererur einvorðinskapur” merkir, td. at vit skulu ”savnast saman í universinum hjá fantasiinum, har eingi finnast landamørk” Hetta er framhald av mínum poetikki. So ”geografiskur littererur” vísir til skaldskap úr øllum heimsins londum (eg havi USA, Kina og Danmark við í Varðanum) og ”einvorðinskapur” vísir til at vit hava øll sama slag av universellum innara landslagi, sama hvørjum landi vit eru úr. Og tað er tað, vit skulu skriva og yrkja um, ikki politiskt ella um samfelagið og tjóðina
Blaðstjórin setur t.d. heitið á einari grein kallað 100 skaldsøgur - bæði í kursiv og gásareygu, ið er tekin um at viðkomandi ongantíð hevur lært at sitera rætt, ið annars er nakað sum vit øll lærdu í miðnámsskúlanum. Á síðu seks er t.d. eitt sitat rykt út, í kursiv og í gásareygum. Rykt út merkir ikki kursiv og ikki gásareygu, her er trídupult markering. Slíkt oyðileggur lesingina og tí eisini virðingina fyri Varðanum
Tjekk. Tikið til eftirtektar. Man má eisini royna at pleasa akademikarar, tó at vanlig fólk høvdu kallað hatta fyri týdningsleyst pilkarí
Her eru t.d. ongar yvirskiftir í greinum (t.d. á síðu 27, 56 og 58)
”Greinin” á s. 58 hevur yvirskriftina ”Innlatarar í hesi Varðans útgávu” Tað er tó ikki ein grein, men profilarnir av teimum, sum hava tilfar við
”Greinarnar” (Kim kallar alt fyri greinar) á ss. 27 & 56 eru ikki greinar, men mín presenterandi og samfelagsliga viðkomandi viðmerkararødd. Har skal eingin yvirskrift vera, tí henda presenterandi rødd skal vera ein reyður tráður ígjøgnum allan Varðan. Tað er gjørt fyri at gera blaðið meiri samfelagsliga viðkomandi
Á síðu seks stendur at poetikkin hjá Varðanum er at "resignerað frá samfelaginum", hetta er so løgið og solipsistiskt sum nakað kann vera. At høvundar skulu læra at uppgeva ’heimin’ og liva solipsistiskt
Eg vil ikki hava nakran at liva solipsistiskt (hvat tað so enn merkir), men eg vil hava rithøvundar at hyggja inneftir inn í tað innara landslagið, og skriva harfrá
Tað er eitt mótrák, sum vit hava brúk fyri í dag. Tú kanst kalla tað fyri eitt slag av mindfulness
Á síðu 11 skrivar hann: "í seinastu søguni hjá Trygva", her veit lesarin ikki at hesin Trygvi hevur skrivað eina søgu í Vencil. Frá síðu 12-19 standa yrkingarnar hjá hesum kroystar saman og tað er ljótt og synd.
Áðrenn yrkingarnar hjá Trygva koma, so presenteri eg Trygva og tosi um hann sum prosahøvund, og sigi týtt og greitt, at hann hevur skrivað eina søgu sum hevur staðið í Vencil, og sigi eitt sindur um hesa søgu og hvønn stíl og hvørjar gávur eg haldi hon vísir, at Trygvi hevur. Síðani sigi eg, at Trygvi eisini er yrkjari og fari so víðari til hansara yrkingar
Eg dugi ikki at síggja, hvat er galið við tí. Men sjálvandi, vissi man bara lesur annað ella triðja hvørt orð av tí, sum stendur, so fær man ikki alt við
Fyri tað fyrsta, so er Varðin fullur av yrkingum
Kim, sum er verðinsmeistari í blaðstjórn, eigur at vita, at fyri hvørja stuttsøgu sum ein blaðstjóri fær, fær hann eini 50 yrkingar. Tað er veruleikin, og tað má man finna seg í
Øll tíðarrit eru í teirri støðu at fyri hvørja stuttsøgu koma 100 yrkingar. Øll tíðarrit drukna í yrkingum. Men ung yrkja tí haldi eg tey føla seg hava størri tamarhald á yrking, tí tey kunnu sjálvi stýra forminum. Prosa minnir tey kanska um tá tey skrivaði stíl í skúlanum og lærarin sat og rættaði og dømdi. So at noyða tey at skriva prosa nyttar heldur ikki, tí tá hvørvur inspiratiónin. Skaldskapur er andaligt starv, og alt andaligt starv skal helst haldast loyniligt, og man skal føla seg hava fullkomið tamarhald. Annars fer íblásturin avstað. Men tá tey hava funnið seg til rættis í skrivingini, skifta tey oftast yvir til prosa. Men vit mugu sjálvandi prenta yrkingarnar og hjálpa teimum at koma fram
Somuleiðis er tað syrgiligt at eitt so gamalt og fínt mentanarsøguligt tíðarrit sum Varðin er uttan myndir
Handa avgerðin er langt síðani tikin til næsta nummar. So nú kunnu allir Varðans haldarir (inkl. Kim) gleða seg at síggja myndir næstu ferð
Tað, ið eftir stendur av kritikkinum hjá Kim eftir hetta, ið eg havi forklárað og soleiðis ruddað av vegnum, kann uppsummerast við at eg ikki havi málburð og bygnað sum ein sum skrivar uppgávu á onkrum universiteti. Og tað vil hvørki eg ella meginparturin av mínum lesarum
So Kim fall eisini fyri tí intellektuella risanum í føroyskari blaðstjórn
Simonsen og Kamban, báðir taptu, tá teir royndu at kritisera

Vinaliga
Blaðstjórin