Sjálvsmyndir:Torbjørn Olsen 1972-2013
Sjálvsmyndinhevur síðani glasspegilin varð uppfunnin í endurburðartíðini flutt seg frámytologiskum sjálvstulkingum til sjálvspei, frá romantiskum ímyndum um skapandiúrmælingin til sálargreinandi áhuga fyri egpersóninum, frá eftirgerðum avheilstoyptum treytaleysum einstaklingum til kanningar av ymiskum samleikum ogfrá speglingum av listafólkasálini og tilveruligu korum hennara tilframleiðslur av einum nýggjum egpersóni.Øll hendansjálvslýsingin, sjálvskapanin, sjálvbrandingin og sjálvsæviliga avmyndanin, sumonkursvegna er partur av øllum sjálvsportrettum er ikki tað, sum Torbjørn Olsenhevur størstan áhuga fyri. Hann hevur ígjøgnum meira enn fjøruti ár teknað ogmálað seg sjálvan óteljandi ferðir og hann heldur, at har er eingin umbering,tí mann altíð kann tekna seg sjálvan. Við hesum meinar hann kanska, at verksinsavsendari og myndevni er ein og sami persónur, at listamaðurin sjálvur ertilfarið hjá listini, og at tað tessvegna ikki er nakar møguleiki fyri atsleppa undan nøkrum, men eisini meira ítøkiliga, at modellin altíð er atkomilig og at eingin umbering er fyri ikki at tekna, fyri ikki at halds sína list í gongd, og at sjálvsportrettið sostatt ikki er øðrvísi ennrestin av hansara verki.
Tí øll verkini hjá Torbirni Olsen innihalda sjálvsæviligar lutir, hann teknarog málar alla tíðina sítt egna lív og tað er listamansins egni heimligi heimur,vit, sum áskoðarar verða bodnir inn í. Hann teknar listafólk, vinir,elskarindur og familju og hann málar sín bý og landslagið sum hann sær útgjøgnum sítt vindeyga. Í hansara myndum síggja vit brøður hansara eldast og vitkunnu fylgja við í hvør vitjar hann í atelierinum. Vit kunnu fylgjalistamanninum úr einum bústaði til ein annan og síggja hvussu hansara útsýniðbroytist, tá hann flytir til eitt nýtt atelier. Hetta gevur okkum kensluna aveinari sterkari persónligari nærveru. Listamaðurin setur ongar forðingar millumokkum og myndina, har eru ongar hurðar, vit fyrst skulu lata upp, vit kunnustíga beinleiðis inn. Onkuntíð er nærveran so sterk, at tað er sum um vit kennatey portretteraðu ella tað kennist sum útsýnið hjá listamanninum er okkaraegna, men brádliga kann tað skifta, tað persónliga gerst ópersónligt og ístaðin fyri nærveru kemur frástøða millum okkum og myndevnið.Øll verkinihjá Torbirni Olsen og kanska serliga sjálvportrettini, frá portrettunum av tíunga álvarsliga liststuderandi manninum til portrettini av tí búna, skynsamalistamanninum innihalda ein dupultleika. Tey hava okkurt skroypiligt og sterkt,okkurt varandi og broytandi, okkurt ítøkilig og óítøkiligt og fram um alt einaintensa nærveru og okkurt, sum vit í mangul av betri kanska kunnu kallafráveru, kanska avstand ella fremmandleika. Verkætlanin er nevniliga um hannmálar seg sjálvan ella onnur myndevni, at koma so tætt uppá menniskjað ognáttúrunnar form og lyndi sum møguligt og tessvegna rannsakar hann ikki bertsítt myndevni eins og ein góður vinur, hann kannar tað sum ein granskari, sumynskir at kenna allar tess loynidómar. Torbjørn Olsen hevur røntgeneygu, sumobjektivt kanna myndevnið hóast myndevnið næstan altíð er persónligt fyri hann.Harvið kemur hesin dupultleikin, sum er eyðkendur fyri listina hjá TorbirniOlsen, tað persónliga og nærverandi verða útsett fyri granskandi, kliniskaeygnabragdinum hjá listamanninum Torbirni Olsen, ið úrslitar í einarifjarstøðu.
Tað er tí, at sjálvsmyndirnar eru so áhugaverdar, tí TorbjørnOlsen blívur við at hyggja inntil tað ikki er meira at síggja. Hetta erúrslitað av, at hansara støði er, at øll list er sjálvsævilig og persónlig oghetta er úrslitað av, at hann sum listamaður skal sóknast alsamt djúpari ísínum myndevni og síggja tað, sum vit onnur ikki síggja. Hetta krevur, at hannalla tíðina hyggur og at hann ala tíðina teknar og málar og eg eri vís í, atTorbjørn Olsen eisini teknar og málar, tá hann ikki ger tað. Tá hann etur, táhann lesur og tá hann spákar hugsar hann um at mála og tekna. Tá hann svevur droymirhann um at tekna og mála.
”Har er eingin umbering, mann kann altíð tekna seg sjálvan”.