Friday, March 29, 2013

Zacharias Heinesen- IKON


Orðið ikon kemur úr grikskum. Eikon merkir mynd, eftirgerð ella líkskapur.
Ein ikon er ein halgimynd, kultlutir í ortodoksu kirkjuni, sum vit vita um hava verið gjørdir síðan fjórðu øld eftir Kristi føðing. Ikonir kunnu hava frásagnarligt innihald ella vera portrett av bíbilskum persónum, men endamálið við ikonum er ikki at endurgeva ítøkiligan veruleika, men harafturímóti gjøgnum kompositión, litaval og stilisering at vera ein spegling av einum himmalskum veruleika.
Innan semiotikkin eru ikonir visuel tekin, sum vísa líkskap við tað, sum tey vísa til. Tosað verður um ikonicitetin í myndini og um sambandið millum framburð og innihald. Men tað er ikki vist, at ikonisk tekin spegla veruleikan, tey kunna eisini framseta abstraktiónir og vísa líkskap við hugskot og hugsanir heldur enn við tann ítøkiliga sjónliga veruleikan.
Verkini hjá Zachariasi Heinesen eru ikki religiøs, men tey hava nakað annað, sum minnir um ikonir og tað er, at tey ikki eru myndlýsingar av veruleikanum, men speglingar av veruleikanum av landslagnum sum eru skapaðar gjøgnum tilvitað formlig val. Hesi val; tann nonfigurativa, konstruktiva kompositiónin, darrandi flykrandi litsamansetingarnar og tey stiliseraðu dekorativu mynsturspølini á flatanum eru ikki til staðar bara fyri at vísa hvussu landslagið sær út, men fyri at skapa ein myndarinnar egna veruleika. Ein veruleika, ið líkist landslagnum.
Á sama hátt sum religiøsar ikonir verða dyrkaðar eins og átrúnaðarligir lutir í sær sjálvum og ikki bert verða dyrkaðar fyri teirra myndevni, eru verkini hjá Zachariasi Heinesen fyrst og fremst myndir í sær sjálvum. Tey spegla ein veruleika og tey spegla hugsanir og hugskot heldur enn at myndlýsa tey og sostatt er tað tilveran hjá myndini sum mynd og hennara egni veruleiki, sum hevur eina serliga hugtakandi megi, og ikki landslagið.
Verkini hjá Zachariasi Heinesen hava ikonstatus, tí tey hava verið við til at broytt okkara áskoðan á føroyska landslagið og tí tey hava stovnað ein myndaframburð, sum hevur fingið stóran týdning fyri onnur føroysk listafólk. Verkini eru ikonir, tí Zacharias Heinesen hevur megnað at gera teirra myndaligu tilveru, teirra egna veruleika so undurfult sterkan og nærverandi.
(IS)