Tóroddur Poulsen, ið fyri kortum fekk bókmentaheiðursløn M.A.Jacobsens fyri frálíka yrkingasavnið Útsýni, hevur latið nýtt yrkingasavn úr hondum á donskum og føroyskum. Savnið eitur Eygnaholur Øjenhuler og kemur út á danska forlagnum Edition After Hand, sum áður hevur givið nøkur søvn hjá Tóroddi Poulsen út. Eygnaholur er ein lítil bíligbók, 71 síður til støddar, sum ikki er eins vøkur og bøkurnar hjá Tóroddi plaga at vera, tá hann sjálvur prýðir tær eins og hann hevur prýtt nýggja savnið Rend, sum kemur í nærmastu framtíð. Savnið er liðugt prentað.
Lesarin kennir seg beinanvegin heima í Eygnaholum í hesum serliga universi, sum er Tóroddur Poulsen og sum vit minnast aftur frá t.d. Útsýni. Skundmikli lesarin kann kanska hugsa, at yrkjarin í støðum er farin at líkjast sær sjálvum nakað nógv í sínum rutineraðu, endaleysu negatiónum, abstraktiónum og tautologium. Men hesar yrkingarnar skulu ikki lesast skjótt, tí tær eru skrivaðar spakuliga:
lívið verður
djúpari og djúpari
so hvørt deyðin
verður útholaður
sum eitt nýbakað franskbreyð
mamman hevur sent
barn sítt eftir
Tá tú nú meira hóliga lesur lítla savnið umaftur, fært tú eyga á allar tær góðu yrkingarnar, ið koma sum perlur á snóri heilt frá byrjanini við fínu byrjanaryrkingini, sum er snarað kring orðatakið um at fara yvir um ánna eftir vatni:
her er eingin
bara nógvur gangur
inni í mær sjálvum
og so eini tvey ljós
sum eita eygu
leiðbeina meg
stein av steini
yvir um ánna
eftir orðum
sum skulu vegleiða meg
heim aftur yvir um ánna
Tað er málið, yrkingarnar ella listin, sum egið ættar seg eftir og sum fungerar sum fatanarkarmur og sum sjálv meiningin við stokkutu tilveruni, har deyðin lúrir aftan fyri hvørt horn. Fleiri staðni verða eydnuríkar, lívsjáttandi løtur beinleiðis knýttar at deyðanum á sama hátt sum vit síggja í báðum teimum siteraðu yrkingunum omanfyri, men eisini í einføldu, men eydnuríku upplivingini at eta eitt súrepli:
eti tað
rotna súreplið
hugsi um
hvussu eg sjálvur
fari at smakka
niðri í moldini
og eg veit væl
at eg ikki eri ein frukt
men tað hugsa
maðkarnir ikki um
heldur ikki um eg
liggi og leingist
eftir bara einum
súrepli aftrat.
Hetta at deyðin er byrjanin til eitt øgiligt virksemi, tá rot kemur í likamið, er eitt afturvendandi motiv í skaldskapinum hjá multilistamanninum Tóroddi Poulsen, ið eisini fyri kortum var við til at geva eina fløgu út við eini jazz & poetry framførslu av Útsýni í Norðurlandahúsinum. Sostatt er metabolisman grundleggjandi partur av yrkingunum hjá Tóroddi Poulsen, har øll evni tykjast skifta ham, har støv smakkar av blóði og ein høsnarungarættur verður eleveraður til einglaveru. Bæði umskrivingar og mótsetningar seta ferð á assosiatiónir lesarans, sum í assosiatiónsrøðini fær ein næstan ítøkiligan varhuga av upploysing. Yrkjarin hevur sjálvur týtt yrkingarnar og tað hevur sínar eyðsýndu fyrimunir og vansar, men sum heild kemur hann væl frá týðingini. Tað er tó uttan iva føroyskt, sum liggur hansara hjarta næst, t.d. í hesi framúrskarandi grummu yrkingini:
hann hálar tíðina
upp úr lummanum
sum er full av meyrum
við bangnum eygum
hyggja børnini upp á talvuna
sum hann við síni rotnu hond
hevur fylt við roknistykkjum
hann tveitir ein tálgarbita
til tann minsta í flokkinum
og biður hann vaska talvuna reina
so langar hann peikipinnin móti pultinum
og rópar við síni torurødd
at hetta skulu tit duga til í morgin
og peikar á roknistykkini
sum nú verða vaskaði burtur
og so tekur hann upp í sín rotna lógva av meyrum
og koyrir í munnin og mutlar
at nú kunnu tit fara heim
(KP)