Friday, November 12, 2010

Bjarne formaður í BKF



Nýggi formaðurin í danska myndlistafelagnum BKF eitur Bjarne Werner Sørensen. Hann er hálvur føroyingur og limur í Heystframsýningini. Á myndini her síggja vit hann saman við Bárði Jákupsson og Anker Mortensen framman fyri myndum hjá Bjarne á Heystframsýningini. Vit kenna eisini BWS frá t.d. áhugaverda samstarvi hansara við Tóroddi Poulsen, sum úrslitaði í upprunagrafiska yrkingarsavninum Villvísi, sum varð prentað saman við Jan Andersson og Fríðu Brekku í Steinprenti.

Sambært heimasíðuni http://www.kunst.nu/ sigur Bjarne Werner Sørensen, at "List og mentan spæla ein avgerandi leiklut fyri samfelagsligan vøkstur og menning, men nógva staðni verða avrik listafólksins ikki viðurkend fíggjarliga. T.d. arbeiða fleiri listafólk ókeypis við framsýningum. BKF hevur seinastu árini fokuserað uppá, at tryggja framsýnandi listafólkum ordilig kor og at styrkja um virðingina fyri myndlistarligum yrkisførleikum. Eg gleði meg til at halda áfram við hesum arbeiðnum, eins og eg meti tað vera umráðandi uppgávu hjá BKF at halda áfram at vísa á, at nógv er at vinna fyri samfelagið við at brúka førleikarnar hjá yrkislistafólki í størri mun enn gjørt verður í dag".

BKF samstarvast við t.d. myndlistafelagið og onnur myndlistafeløg kring norðurlond. Vit ynskja Bjarne Werner Sørensen hjartaliga tillukku við formannsembætinum.

(KP)