Hanus gav í 2008 út yrkingasavnið Café Europa. Í heyst kom søgusavnið Gullgentan, sum leiðir lesaran inn í “eitt sjónarvovið univers, har tað ómøguliga, merkiliga, ókunnuga og ræðuliga spegla aftur menniskjans leiklut og avbjóðingar”.
Høvundurin fer at lesa yrkingar upp og brot úr stuttsøgunum. Til seinast fáa fólk høvi til at seta spurningar, eitt nú um temu og motiv í søgusavninum.
Tey, sum hava hug, kunnu somuleiðis ogna sær bøkurnar fyri ein lagaligan prís, og, um ynski er um tað, fáa høvundin at seta sín autograf í aðra ella báðar.
Tiltakið byrjar kl. 20 og varar um ein tíma.
Vinarliga nevndin í Rithøvundafelagnum