Frida Zachariassen
Leygardagin læt upp serframsýning við myndum hjá Fridu Zachariassen í Listasavni Føroya, sum breiðir seg um allan tann norðara framsýningarskálan umframt forhøllina. Malan Marnersdóttir hevur skrivað bók um listakvinnuna úr Klaksvík, sum Listasavnið hevur givið út við stuðli frá m.ø. Klaksvíkar Kommunu og Norðoya Listafelag og ymsum fyritøkum í Klaksvík. Frida Zachariassen (1912-1992) var ein av framsýnarunum á stóru føroysku felagsframsýningini á Den Frie í Keypmannahavn í 1955, men umframt hesa listasøguligu sannroynd og so tað, at eg av og á havi borið eyga við onkra av hennara eyðkendu gulu og bláu myndum, má eg viðganga, at Frida Zachariassen ongantíð av álvara hevur fangað meg. Tá eg í dag síggi ta stóru retrospektivu framsýningina í Listasavni Føroya, kennist tað heilt løgið, tí hvussu kann tað bera til at geva einum so mikið rúgvusmiklum lívsverki so lítlan ans? Samstundis er tað eins og framsýningin sjálv svarar og staðfestir tann kritiska varhugan.
Stílurin er kubistiskur og foreinklaður við grovari umhvarvsstriku, sum við at verða endurtikin gevur landslagsmyndunum eitt dekorativt, stríput árin ofta við denti á tað horisontala. Litirnir eru fáir og tykjast viðfarnir við skili og onkrar av myndunum eru sera vakrar í litunum. Fólkamyndirnar mynda oftast anonymar, andlitsleysar typir, sum arbeiða í landbúnaði ella fiski. Um framsýningin taldi tíggju myndir, kundi hon verið eitt gott boð uppá eina í Føroyum øðrvísi og áhugaverda listakvinnu. Tað standast tveir vandar av at taka so nógv við á framsýningina. Tann eini er, at tú fært verk við, sum ikki eru framúrskarandi góð og hin er, at sjálv nøgdin av verkum ger áskoðaran varugan við veikleikar hjá avvarðandi listafólki. Ein serframsýning er definerað sum ein størri presentatión av listini hjá einum listafólki. Men í so máta eru veggirnir á tjóðarlistasavninum serliga náðileysir, tí góðskukrøvini av sær sjálvum eru tindhøg. Tað er ikki soleiðis at skilja, at hesir málningar eru hjálparleyst ella vánaligt gjørdar, tí tað eru teir ikki. Frida Zachariassen hevur havt so mikið gott innlit í listasøgulig fyribrigdi og ismur, at hon hevur dugað at sett litir, linjur og formar saman, so at teir javnviga og harmonera: "Hóast ikki altíð greið í frágreiðingum sínum er eyðsæð, at Frida Zachariassen hugsaði um tað, sum fór fram í list burturi og heima..." (s.14). Hon hevði sínar tankar um list og gav út bókina Brún og brá, sum inniheldur hesir tankar.
Hevur tú sjálv havt við listabókaframleiðslu at gera veitst tú, at hetta ikki altíð er lætt og at mong ymisk, praktisk krøv kunnu darva so sum tíðarfreistir, vantandi ella skerd vitan og ymisk atlit. Tí hyggur tú eisini at tílíkum bókum við mildari eygum og sigast kann beinanvegin, at bókin hjá Malan Marnersdóttir er vakrari og betri uppsett í mun til riðilin av bókum, sum Listasavn Føroya hevur givið út seinastu árini. Við hjálp frá t.d. Mentanargrunninum og ymsum fyritøkum og stovnum í Klaksvík hava ráð verið til eina lutfalsliga stóra og vakra bók (180 síður), sum í uppseting hjá Grafik Studio v/ Inga Joensen minnir um bókina um Steffan Danielsen, tó at hendan er minni í vavi. Og tað er av sonnum ein lætti at sleppa at lesa føroyska tekstin uttan at verða órógvað av donsku og ensku týðingini. Slagvillur sum "sklydfólki" o.t. átti at verið fyribeindar, men er hetta eyðsýniliga lættari sagt enn gjørt í listabókaútgávum.
Eitt tað áhugaverdasta kapitlið í bókini er tað um framsýningar og ummæli heima og uttanlands, her m.o. William Heinesen verður siteraður. Listamiðlan er ein arbeiðsuppgáva eins og alt annað, men hon er ikki altíð løtt, m.a. av tí, at listmiðlarar koma út fyri at skula skriva um list, teimum ikki dámar. Tá William Heinesen skrivar um Fridu Zachariassen, at hon hevur "malet ærligt og solidt skildrende billeder fra hverdagslivet i en lille handels- og fiskerby, men hendes udvikling har senere ført hende ad nye veje, og hun har skabt sig en ejendommelig stiliseret udtryksform" er lesarin ikki í iva um, at høvundin hevur eitt ávíst stikni til myndirnar, hann lýsir. Víðari stendur skrivað: "Í innganginum til skránna fyri Ólavsøkuframsýningina í 1961 skrivaði William Heinesen, at "myndirnar hjá hini frálíku listarkvinnuni Fridu Zachariassen (...) eru skreytlistini nærri". Hann nevnir ikki, hvat hann ber saman við, men hann tilskilar at skreytmynd er í hesum føri myndir, sum eru "vakurt veggjapryði og gleða eygað, sjálvt um hon ongum beinleiðis sigur frá". William Heinesen helt við øðrum orðum, at myndlist átti at siga frá onkrum, og at gjørdi hon ikki tað, var hon bert veggjaprýði. Tað serliga málingarlagið, sum Frida menti, var modernisma av besta slag, og í tí búðu tankar um list..". (S.34) Her traðkar Malan Marnersdóttir fram í tekstinum og forsvarar listakvinnuna og tað er undirhaldandi lesnaður eins og tað sjálvandi er gott, at hon heldur við listakvinnuni, sum hon skrivar um. Spurningurin er bara um hesir tankar um list er nóg mikið sum grundarlag undir eini serframsýning og bók í Listasavni Føroya í 2010. Tað kann lesarin sjálvur meta um á framsýningini, sum er opin inntil 19.desember.
(KP)