eftir Hera Eysturlíð
Hvørt einasta ættarlið man uppliva, at tey vóru børn í steinøldini. Hvussu ber tað til? Vit, sum trúðu, at vit vuksu upp í tí mest modernaða av tí modernaða. Og tað var tað eisini – tá. Men munnu ung í dag duga at hugsa sær eina tilveru uttan sjónvarp, video, teldur, geymar, alnót og fartelefonir? At Útvarpið bert sendi nakrar fáar tímar um dagin, og Kvøðuljómar (4 tímar), ferðafrásagnir úr Noregi (14 partar), Eystmannabrøv v/Kaare Bjørlykke og hugleiðingar hjá Andr. E. Joensen, Chr. N. Chr., Gl. Løgtingsmanni og Óla Andnegl vóru okkara mentannarliga barlast?
Nei einki er at siga til, at tað festligasta ið vit børn kundu finna uppá sunnumorgnar var at ganga í kirkju. Men tað var nú heldur ikki tað ringasta! Prestarnir í Føroyum eru slett ikki so galnir, og eg má ásanna, at mangir organistar kring oyggjarnar vóru og eru óførir eftir umstøðunum.
Vit vóru nakrir dreingir í grannalagunum, ið hvønn sunnumorgun brynjaðu okkum út at fara í kirkju. Og so settust vit so nær orglinum, sum til bar. Vit gingu allir til klaverundirvísing, og mangt forvitnisligt var at síggja og hoyra á orgulloftinum. Í Havnar kirkju funnu vit okkara fasta pláss uppi á sangaraloftinum, har børn annars ikki høvdu atgongd (men tann lepin á hurðini var so ótýðiliga skrivaður, at tað dugdu vit dreingir sjálvsagt ikki at lesa).
Haruppi á loftinum høvdu vit eitt praktfult útsýni yvir kirkjuna og orglið. Sótu har á ”okkara” balkong, eins og teir báðir gomlu stavnarnir í Muppet show. Har kundu vit eygleiða í fuglaperspektiv, hvussu organisturin brúkti bæði hendur og føtur, tveir manualir, pedal, koblingar og registar.
Eyðvitað rein okkurt av tí, ið prestur segði, eisini við okkum piltar. Enn tann dag í dag minnist eg Paulusar orð um forgeingiligleika og óforgeingiligleika, eins og nakrar av teim mongu krønikunum hjá Axel Tórgarð.
Ein teirra, ið spældu í Havnar kirkju um tað mundið, var tónaskaldið Knút Olsen. Eitt, ið eg serliga legði til merkis við hansara spæli, vóru teir sermerktu harmoniirnir. Mangan brúkti hann Bielefeldt, ið er ein góður skúli í romantiskum koralharmonikki. Og mangan brúkti hann sínar egnu harmoniir. Sjáldan var nøkur koralbók at síggja, so eg gangi út frá at hann dugdi Bielefeldt meir ella minni uttanat.
Hetta var frægd at hoyra hjá ungum alva, ið langt síðani hevði droppað allar dreymar um fótbótskarrieru, og sum plagdi at sníkja seg út úr fimleikarhøllini, inn í sangstovuna og setast við klaverið at spæla úr einum slitnum eintaki av Folkehøjskolens melodibog (koralnótar vóru ikki so lættir at fáa fatur á). Skjótt var eg fastur gestur uppi á sangaraloftinum í Havnar kirkju. Tøkk fái organistarnir og sangararnir, ið høvdu tol við okkum dreingjum og ikki róku okkum niður av aftur loftinum, tí mangan var trongligt haruppi.
Í Kommunuskúlanum skiftust Jóannes Nolsøe og Knút Olsen at spæla til morgunsang. Tað var frálíkt at byrja ein langan og strævnan skúladag við at hoyra, hvussu Knút spældi sær við harmonium. Mangan skiftu vit báðir orð um sálmaløg og harmonilæru. Knút er natúrtalent á hesum øki, og hevði hann fingið konservatoriiútbúgving á ungum árum, ivist eg ikki í, at hann hevði sett síni spor í norðurlendskt tónleikalív.
Jóannes Nolsøe fluttu suður til Vágs í 1983, og tá tóku vit báðir Sámal Andrias Weihe yvir í Havnar kirkju. Eg minnist, at Knút var mangan góður í ráðum og góður stuðul hjá einum ungum, ótolnum organisti. Tá ið vit á sinni fingust við føroyska koralbók, kom Knútsa framúr góða tónleikaoyra og holli kunnleiki til sálmaløg og koralharmonikk væl við.
Eitt annað føroyskt tónaskald, Kári Bæk, lýsir løgini hjá Knút Olsen soleiðis:
”Tey eru leikandi løtt, ljós og so einføld, at tað er sum at tú altíð hevur kent tey. Løgini hjá Knút Olsen eru lívsjáttandi. Tú kanst ikki hugsa tær, at nøkur onnur løg hóska betri til hesar yrkingar. Og tað er ikki einfalt at gera slík løg!”
Skal eg taka tvey føroysk løg burtur úr allari rúgvuni – eitt sálmalag og eitt profant lag – ið eru á altjóða støði, so velji eg Í búri (J. Waagstein) og Dagsins eyga sloknar nú (K. Olsen). Tann mæti danski urguleikarin Peter Weiss segði um Dagsins Eyga, at lagið hjá Knút var tað besta av teimum løgum í Den Danske Koralbog, ið ganga til tann versafótin. ”Og jeg burde vide, hvad jeg taler om”, legði hann aftrat.
Eg fari at enda hesa føðingardagsheilsan við einari fittari søgu um hetta lagið:
De Kongelige Svende, ein mansoktett frá Tí kongaliga danska operakórinum, hevði nakrar kirkjukonsertir á Summartónum 1988, m.a. í Fuglafjarðar kirkju. Tann danski organisturin og kórleiðarin Steen Lindholm stjórnaði. Sum siður er í Fuglafirði, varð endað við felagssálmi, og til hesa konsertina var Dagsins eyga sloknar nú valdur. Eingin føroysk koralbók var komin enn, føroysk sálmaløg vóru at finna í ymsum sangbókum og nótaheftum, og mong løg vóru ikki á prenti. Fáar vóru teldurnar, alnót var eingin, og kórsatsir sløddust víða hvar, men sjáldan í kirkjunum. Haraftrat var bæði Útvarpið og kanska serliga kirkjuliðini trek og konservativ, so øll føroysk løg fingu ikki innivist. Tey sálmaløg, ið ikki stóðu í Den Danske Koralbog, vóru onkursvegna ikki nóg góð (til alla lukku er hetta broytt).
Eg spurdi organistin Helga Breiner, sum tá var blaðungur, um hann kendi lagið hjá Knút Olsen til Dagsins eyga. Nei, tað gjørdi hann ikki - lagið var ikki líka kent tá í tíðini. Eg tók so eitt nótaark og skrivaði satsin niður eftir minninum (og har fari eg at skoyta upp í tað, sum Sunleif Rasmussen segði í útvarpssendingini In Mente Mikudagin 17. Novembur, um at løgini hjá Knút Olsen hava ein innbygdan logikk: tað hava satsirnir hjá honum eisini. Teir eru sera væl úr hondum greiddir og lættir at minnast).
Jú, Helgi var við upp á tað. So vit endaðu konsertina hjá De Kongelige Svende við at syngja Dagsins eyga sloknar nú, við lagnum hjá Knút. Møguliga var tað fyrstu ferð, at tað lagið varð sungið í Fuglafjarðar kirkju.
Dagin eftir skifti eg orð við Ólav Hátún í heilt øðrum sambandi. Hann var vesturi í Bø saman við teimum kongaligu sveinunum.
”Forrestin”, segði Ólavur, ”hvat var tað fyri sálmur, ið tit sungu í Fuglafirði í gjárkvøldið?” Serliga forvitin var Ólavur eftir at fáa at vita, hvat lag ið varð brúkt. Tí, greiddi Ólavur frá, teir kongaligu sveinarnir vóru komnir vestur til Bíggjar eftir konsertina í Fuglafirði og vóru sera hugtiknir av einum sálmalagi, ið kirkjuliðið hevði sungið. Eitt einastandandi vakurt lag, ið eingin teirra hevði hoyrt áður. Teir høvdu tikið til, og tað fleiri ferðir, hvussu ómetaliga flott hetta sálmalagið var.
Knúti verður ynskt hjartaliga til lukku við teim 65 árunum, og vónandi fáa vit fleiri løg frá honum framyvir!