Saturday, November 27, 2010

Og mentanarvirðisløn landsins fer til…

Gleðiligu heysttíðindini eru, at mentanarvirðisløn landsins og heiðursløn landsins ikki verða avtiknar kortini. Hetta er sjálvandi ikki meir gleðiligt enn tað er syndarligt, at tað yvirhøvur hevur verið talan um at avtaka so umráðandi virðislønir innan mentanarøkið, sum frammanundan er fíggjarliga niðurpínt. Summi halda, at eingin samsýning er eins stór og kærleikin og lønin pá tann eina dag, men pengar eru ikki so galnir og á listablogginum eru vit av teirri sannføring, at reiður peningur er einasti ordiligi máti at fagna einum listafólki.

Tessvegna geva vit komandi 3 dagarnir okkara meining til kennar um hvørji 3 myndlistafólk áttu at fingið mentanarvirðisløn landsins skjótast gjørligt. Tita Vinther og Zacharias Heinesen eru ikki við, tí tey tíbetur hava móttikið mentanarvirðisløn landsins.

Tann fyrsti er Tróndur Patursson. Tað er fullkomiliga ófatiligt, at hann ikki enn hevur fingið mentanarvirðislønina.



Tróndur Patursson (1944)

Tá listin hjá Tróndi Paturssyni verður søgd at vera spontan, er tað óivað rætt. Drívmegin í hansara list er partvíst spontanitetur og hansara list er á ein hátt eitt framhald av listini hjá tachistunum og abstraktu ekspressionistunum í Amerika. Tað hevur kortini stóran týdning, at orðið spontant ikki kemur í bland við orðini naivt ella ótilvitað. Tí eg veit ikki um nakað listafólk, sum í arbeiði sínum er so tilvitaður og kønur í sínari list sum Tróndur Patursson. Millum annað er hann sera tilvitaður um, at tað vakra og tað undurfulla ikki skal fáa ræðið á listini. Og hansara listaverk eru hvørki vøkur ella føgur. Tey eru stórfingin, soleiðis sum náttúran eisini eru stórfingin.

Tað er ein stórfingin uppliving at koma inn í bingjuna hjá Tróndi Paturssyni ’Kosmiskt rúm’. Tað er ein stórfingin uppliving at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin, og tað er ein stórfingin uppliving at standa framman fyri einum av málningunum hjá Tróndi Paturssyni. Ta stórfingnu heildarupplivingina fáa vit ikki bara tá hansara totalinstallatiónir ringja seg um okkum og yvirtaka allan kroppin. Vit fáa somu stórfingnu heildaruppliving í hansara málningum. Tað stórfingna er heldur ikki einans í teimum stóru verkunum hjá Tróndi Paturssyni. Stødd, vídd og dimensjónir tykjast at hava ein leiklut í hansara list, ella heldur sagt, sjálvandi hava tey ein stóran leiklut, tí hann hevur arbeitt nógv við at gera list í støddini eitt til eitt. Kortini haldi eg ikki, at stødd hevur avgerandi orðið at siga. Tí tað stórfingna er eisini í einum grafiskum verki ella í eini lítlari akvarell hjá Tróndi Paturssyni.

Tað er ov lætt at siga, at tað stórfingna við listaverkunum er, at listaverkini hjá Tróndi Paturssyni ringja seg um teg ella, at hansara listaverk eru so ómetaliga stór. Tí tað stórfingna er eitt meira grundleggjandi lyndiseyðkenni í hansara list, sum er torførari at greiða frá. Eg haldi, at tað stórfingna er partur av eini sterkari kenslu av nærveru. Vit verða heilt burtur í verkunum hjá Tróndi Paturssyni, tí tey eru her og eru hjáverandi á ein sjáldsaman og óskiljandi hátt. Orsøkin er óivað, at verkini hjá Tróndi Paturssyni seta okkum andlit til andlits við tað, ið vit ikki fata og skilja. Ein serligur mystikkur er í hansara myndum, og tað er ein bæði stórfingin og uppskakandi uppliving.

Kanska gera verkini hjá Tróndi Paturssyni okkum var við ókendar síður av veruleikanum. Hann ger okkum var við okkurt, sum er okkum eins fremmant sum alheimsins endaloysi er okkum fremmant. Eg veit ikki, men í hvussu so er, er tað stórfingna til staðar, tí vit kunnu ikki stýra okkara egnu hugsanum og kenslum, tá vit standa í ella framman fyri einum av listaverkunum hjá Tróndi Paturssyni, og á tann hátt fer hansara list nærum út um alt listarligt mark.

Verkini hjá Tróndi Paturssyni eru ikki objekt, ið vit kunnu hyggja at, hava yvirlit yvir og leggja undir okkum. Tey eru fenomen, sum taka okkum á bóli og yvirtaka okkum.

Úr Bókini Livandi List
(IS)